Hans hevði framløgu um makrelsamráðingar í Avstralia
Evnið var makrelsamráðingar og ávirkanin av flytingarmynstrinum hjá makrelstovninum, tá ið Hans Ellefsen, skrivari hjá búskaparráðnum og granskari á Fróðskaparsetrinum, helt framløgu á altjóða ráðstevnu um fiskivinnubúskap.
Tíðindaskriv
Altjóða felagsskapurin IIFET (International Institute of Fisheries Economics and Trade) varð stovnaður í 1982 við tí endamáli at menna vitan og skapa samstarv millum granskarar innan fiskivinnubúskap. IIFET ráðstevnan verður hildin annaðhvørt ár. Og í ár bleiv ráðstevnan hildin í Brisbane í Avstralia. Eini 300 fólk úr øllum heiminum vóru savnaði at umrøða fiskivinnubúskap. Ráðstevnan varð hildin á Queensland University of Technology í Brisbane.
Í ár luttók Hans Ellefsen, ph.d., og skrivari hjá búskaparráðnum, á ráðstevnuni. Hann helt eina framløgu av eini verkætlan, sum hann stendur á odda fyri við enska heitinum International Fisheries Agreement, Entry Deterrence and Ecological Uncertainty.
- Í verkætlanini royna vit at greina makrelsamráðingarnar í Norðuratlantshavi. Vit royna at prógva, at atferðin hjá pørtunum verður stýrd av, um broytingin í ferðingarmynstrinum verður væntað at verða fyribils ella støðug. Millum annað er ein niðurstøða, at er talan um eina støðuga broyting, so skal Ísland hava ein størri part av býtinum fyri at skriva undir eina avtalu, sigur Hans Ellefsen.
Greina 50 ár
Fyrr í ár skrivaðu strandalondini og ES undir eina fimm ára avtalu um býtið av makrelinum. Ísland skrivaði ikki undir avtaluna. Í greiningini hjá Hans Ellefsen og øðrum verður hugt at, hvussu leikur fer fram, um hugt verður eini 50 ár fram í tíðina. Granskingin er innan spælteori, ið er ein háttur at greina atburð og avgerðir hjá fleiri pørtum í eitt nú einari samráðingarstøðu við støddfrøðiligum amboðum.
- Hetta evnið hevur øgiliga stóran týdning – ikki minst fyri føroysku samráðingarstøðuna, at vit kunnu meta um avleiðingarnar og ágóðarnar hjá øllum samráðingarpørtum, sigur Hans Ellefsen.
Fiskivinna í altjóða høpi
Fiskivinnan hevur sera stóran týdning fyri føroyska búskapin, og tí hevur tað eisini týdning, at føroyskir granskarar luttaka á altjóða ráðstevnum.
- Tað er sera áhugavert at hitta onnur, sum fáast við fiskivinnubúskap. Á ráðstevnuni eru nakrir av fremstu granskarunum í heiminum innan júst hettar økið. Fiskivinnan fyllir nógv í føroyska búskapinum og seinastu tíðina hevur kjakið einamest snúð seg um búskaparrentu, og tað er eisini ein týðandi táttur aðrastaðni, men økið fiskivinnubúskapur rúmar eisini so nógvum øðrum, sigur Hans Ellefsen.
Búskaparráðið gav fyri kortum út eitt upprit um búskaparrentu og tilfeingisrentu. Endamálið var fyrst og fremst at fáa allýst hugtøk, sum hava stóran týdning fyri kjakið um týdningarmestu útflutningsvinnurnar í Føroyum.
Uppritið kann lesast her
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...