08.06.2016
Námsvísindadeildin
Skriva út

Harald W. Knudsen settur sum námslektari í støddfrøði

Frá 1. august 2016 er Harald W. Knudsen settur sum námslektari í støddfrøði við atliti at náms- og undirvísingarfrøði á Fróðskaparsetrinum/Námsvísindadeildini


Harald hevur tikið prógv sum cand.scient. við støddfrøði sum høvuðsgrein frá lærda háskúlanum í Århus.

Hann hevur drúgvar royndir sum undirvísari í støddfrøði, bæði á miðnámskúla og í læraraútbúgving umframt royndir við lestrarskipanum, eftirmetingum, umsiting og skipan av stovnum.

Harald hevur gjøgnum árini skipað fyri nógvum skeiðum í fakdidaktikki og havt fyrilestrar fyri lærarum í fólkaskúlanum og á hægri lærustovnum. Eisini hevur hann gjørt undirvísingartilfar og skrivað lærubøkur.