Haruveiðan í Føroyum 2013
So var hon her, frágreiðingin “Haruveiðan í Føroyum 2013”. Her kanst tú lesa, at í 2013 vórðu umleið 8.000 harur skotnar í Føroyum, at 45% av hesum harunum vórðu skotnar í Streymoynni, og at samlaði føroyski harustovnurin í 2013 var umleið 16.000 harur.
Frágreiðingin er 57 blaðsíður til longdar, og lýsir hvussu nógvar harur vórðu skotnar í Føroyum í 2013, býtt upp á hagapartar, oyggj og bygd. Eisini sæst, hvussu nógvar harur vórðu skotnar teir 8 leygardagarnar, sum vóru í harutíðini, umframt triðja jóladag og næstseinasta og seinasta dag loyvt er at skjóta haru. Í frágreiðingini sæst eisini, hvussu haruskjótingin hevur hilnast dag fyri dag gjøgnum árið í 2013 og samanborið við árið 2012. Eisini sæst, hvussu nógvir harutúrar vórðu gingnir hvønn dagin í harutíðini.
Í myndum verður greitt frá, hvussu veðrið var í harutíðini, og á stabbamyndum sæst, hvussu nógvar harur vórðu fingnar á hvørjum túri og hvussu nógvir skjúttar vóru við. Í frágreiðingin verður mett, at í 2013 vóru tað einir 1.000 mans, sum skutu harur í Føroyum.
Aftast í frágreiðingini er listi, sum vísir úrslitini frá hvørjum einstøkum av teimum 904 harutúrunum, sum vórðu gingnir í 2013, skipaður eftir oyggj, bygd, hagaparti og dato.
ELDRI HARUTØL OG MINNISVARÐI
Eisini verður greitt frá um eldri haruhagtøl: Hvussu nógvar harur tilsamans hava verið skotnar í ávísum hagapørtum kring landi tey seinastu 30 árini og hvussu nógv haruhagar eru seldir fyri gjøgnum tíðina.
Ein grein eru um teir fimm havnarmenninar, sum byrjaðu at skjóta harur undir Skælingsfjalli í 1949. Í 1974 høvdu teir skotið harur har í 25 ár. Í hesum sambandi settu teir eina minnisplátu upp undir Skælingsfjalli. Í frágreiðingini verður greitt frá hesi plátuni.
FRÁGREIÐINGIN TØK Á NETINUM
Frágreiðingin
"Haruveiðan í Føroyum 2013”,
kann lesast her.
Er tað framvegis onkur, sum ikki hevur fingið frágreiðingina frá 2012, kann hon lesast her.
HYGG AT OG HOYR EISINI
- Innslag í Degi og Viku um haruveiðuna fram til 25. november 2013. (3:03 min)
- Haruárið royndist rímiliga væl. Innslag í KVF, 4. januar 2014. (5:09 min.)
- Millum 6000 og 7000 harur skotnarar. Innslag í Rás2, 2. januar 2014 (5:25 min.)
- 2.152 harur higartil í ár. Innslag í Rás2, 15. november 2013 (3:42 min.)
<font size="3"><font face="Calibri"></font></font>
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...