Háskóli Íslands 100 ár.
Háskóli Íslands heldur 100 ára føðingardag í hesum døgum. Í dag hevur hann fingið eina stórfingna føðingardagsgávu: "Times Higher Education Supplement" metir hann at vera millum 300 tey bestu universitetini í heiminum.
Háskóli Íslands heldur 100 ára føðingardag í hesum døgum. Í dag hevur hann fingið eina stórfingna føðingardagsgávu: "Times Higher Education Supplement" metir hann at vera millum 300 tey bestu universitetini í heiminum. "Times Higher Education Supplement" er annar av tveimum teimum týdningarmestu metingarlistunum á hesum økinum. Tað eru nú rúmliga 17.000 universitet í heiminum....
Kristín Ingólfsdóttir, rektari Háskóla Íslands, gleðist sjálvandi almikið um støðuna. Hon sigur: "Tað er í veruleikanum ótrúligt, at eitt samfelag við 330.000 íbúgvum hevur bygt ein vísinda- og útbúgvingarstovn upp, sum røkkur hesum úrsliti. Tann altjóðaliga kappingin er ovurhørð. Vit í Háskóla Íslands hava sett okkum ógvuliga høg mál fyri at hann skal vera í fremstu røð soleiðis, at hann á besta hátt tænir íslendska samfelagnum. Vísindastarvsemið hevur tikið seg nógv fram tey undanfarnu árini, bæði í nøgd og góðsku. Tilvísingar hjá vísindafólkum aðrastaðni í heiminum til verk eftir vísindafólk við Háskóla Íslands hava fjølgast meira enn 100 % eftir 5 árum.
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...