Hátíðarhald í nýggju hølunum hjá Fróðskaparsetrinum
Landsverk
02.05.2018
Setursskrivstovan
Skriva út

Hátíðarhald í nýggju hølunum hjá Fróðskaparsetrinum

Nú komið er á mál við tí partinum av umbyggingini av Sjóvinnuhúsinum í Havn, sum Landsverk hevur havt ábyrgdina av, bjóðar Landsverk til almenna móttøku í bygninginum komandi fríggjadag.


Umbyggingin av tí partinum av Sjóvinnuhúsinum, sum Fróðskaparsetrið skal halda til í, er nú liðugur. Tað vil siga onnur, fjórða og fimta hædd. Tað eru Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi og Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum, sum eru fluttar inn her.

Umframt undirvísingarhølir og bólkarúm eru skrivstovur, fundarhølir og allir teir fasilitetir nú til staðar, sum skulu til fyri at skapa eitt gott lestrarumhvørvi. Millum annað er ein fyrilestrarsalur eisini og ein matstova.

Almenna móttøkan verður hildin í silo'ini í Sjóvinnuhúsinum nú fríggjadagin tann 4. mai klokkan 10.30 - 12.00.

Skráin
kl. 10.30       Móttøkan byrjar

Røðarar:

  • Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum
  • Annika Olsen, borgarstjóri í Havn
  • Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetrinum
  • Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki
  • Ólavur Ellefsen, stýrisformaður á Fróðskaparsetrinum


Øll eru hjartaliga vælkomin at síggja nýggju umstøðurnar hjá Fróðskaparsetrinum og fáa sær ein góðan kaffimunn.