HAVA VÍSINDINI GJØRT AV VIÐ GUD?
Tann 30. oktober klokkan 10.30 heldur John Lennox fyrilestur í auluni á Námsvísindadeildini við heitinum “Hava vísindini gjørt av við Gud?”
John Lennox er professari í støddfrøði við universitetið í Oxford, og hevur í nógv ár verið virkin í kjakinum um vísindi og átrúnað. Hann hevur skrivað fleiri bøkur um evnið. Eisini hevur hann luttikið í kjaki um átrúnað og vísindi við m.a. Richard Dawkins. John Lennox hevur vart kristnu trúnna, sum hann heldur vera grundað á haldgóð prógv, og hann hevur funnist at vísindafólkum, sum halda, at vísindini gera Gud óneyðugan. Hann er t.d. ósamdur við tí navnframa alisfrøðinginum Steven Hawking, sum heldur, at vísindini í dag hava gjørt Gud óneyðugan.
Tað er KFS (Kristiligur Felagsskapur fyri Skúlaungdóm) sum hevur fingið John Lennox til Føroya.
Fyrilesturin verður fyri øllum lesandi og starvsfólkum á Setrinum.
Høvi verður at seta spurningar eftir fyrilesturin.
Vegna fyrireikararnar
Jákup Reinert Hansen, Bárður Larsen og Hans Andrias Sølvará
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...