H.D. Joensen fagnaður
Seinnapartin í gjár varð skipað fyri hátíðarløtu fyri gamla landslæknanum, Hanusi Debes Joensen.
Tað var Føroya Fróðskaparfelag, sum fyriskipaði almennu hátíðarløtuna á Landsbókasavninum sjálvan 100 ára føðingardag Hanusar, 27. november.
Nógv spennandi varð borið fram av bæði orðum og sangi. Fyrstur á skránni var Jóan Pauli Joensen, professari í siðsøgu og fyrrverandi rektari fyri Fróðskaparsetur Føroya, sum greiddi frá um H.D. Joensen og Fróðskaparsetur Føroya. Frá stovnsetan og nógvu árini fram var Hanus partur av Setrinum og við til at mynda bæði leiklut og menning stovnsins fram á leið.
Frá Deildini fyri arbeiðs- og almennaheilsu bar Jónrit Halling, granskari og ph.d., fram kunning um spennandi vísindaligar verkætlanir og úrslit frá teimum, sum hesin stovnur arbeiðir við.
Sonur Hanusar, Høgni Debes Joensen landslækni, greiddi frá pápanum sum bæði lækna, vísindamanni og menniskja og lýsti týdningin av tí arbeiði, hann hevur lagt eftir seg.
Ein parturin av vísindaliga arbeiðnum hjá Hanusi var málsligur og um tað, serliga um frøðiorðagerð hansara, segði Marjun Arge Simonsen frá.
Eisini var sangur og tónleikur á skránni sum Kári Sverrisson og Hans Jacob Kollslíð meistarliga bóru fram - millum annað yrkingar, sum Hanus hevur týdd úr kinesiskum og teir sjálvir høvdu sett lag til.
Til ber at lesa røðuna hjá Jóan Paula Joensen her
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...