Heidi S. Hansen "Master of Science" í lívfrøði
Mikudagin 8. mai vardi Heidi S. Hansen sína MSc serritgerð í lívfrøði. Hon er samstundis tann fyrsta, sum hevur fingið ein MSc í lívfrøði á Fróðskaparsetri Føroya.
Ritgerðin ber heitið "Heilabørkin á grindahvali (Globicephala melas) - ein meting av rúmd, kyknutættleika og tal av kyknum tilsamans í allari heilabørkini og í økjum, ið stýra ávikavist hoyrnina (auditoriska cortex) of sjónina (visualla cortex)."
Heidi hevur greinað talið av heilakyknum við kanningarhátti, sum nevnist stereologi, og hetta er fyrstu ferð, at heilin hjá grindahvali er lýstur í vísindaligum høpi. Kannaðu grindaheilarnir vórðu fingnir til vega í grindini í Gøtu 28. mai 2011. Í løtuni verður skrivað grein til altjóða tíðarrit, so at aðrir granskarar kunnu kunna seg um tey sera áhugaverdu úrslitini, sum Heidi fann fram til.
Arbeiðið við ritgerðini er gjørt á deildini Gransking á Umhvørvisstovuni og á Forskningslaboratorium for stereologi og neurovidenskab, Bispebjerg Universitetshospital, Keypmannahavn. Vegleiðarar hava verið dr. scient. Maria Dam, Umhvørvisstovan, professor dr. med. scient. Bente Pakkenberg og PhD-student MSc Nina Eriksen, Bispebjerg Hospital.
Heidi fekk bachelorprógv í lívfrøði frá Fróðskaparsetri Føroya i 2007. Hon helt fram við lestri til master við Københavns Universitet og fekk seinni skeiðini góðskrivað við Fróðskaparsetur Føroya, haðani hon nú - sum tann fyrsta - hevur lokið master-prógv í lívfrøði. Dr.philos. Svein-Ole Mikalsen, professari á Náttúruvísindeildini á Fróðskaparsetrinum, hevur verið fyrisitingarligur vegleiðari.
Til verjuna hevði Heidi fyrst framløgu um ritgerðina, og síðani svaraði hon spurningum frá próvdómaranum, seniorforsker dr.scient. Nils Øien, Faggruppe for marine pattedyr, Havforskningsinstituttet, Bergen, Norge.
Heidi starvast nu á deildini Vernd á Umhvørvisstovuni, og vit ynskja henni til lukku við loknu útbúgvingini.
Náttúruvísindadeildin nýtti høvi at skipa fyri gestafyrilestrum, har Bente Pakkenberg, professari, og Nils Øien, seniorgranskari, greiddu frá parti av sínum granskingararbeiði, og vóru hesir tveir sera áhugaverdir fyrilestrar.
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...