29.03.2016
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Heiðursdoktarafyrilesturin hjá Petur Jacob útsettur

Petur Jacob Sigvardsen hevur fingið forfall, og tí er heiðursdoktarafyrilestur hansara, sum skuldi vera 1. apríl, útsettur


Tá ið Fróðskaparsetur Føroya í hátíðarhelt 50 ára dagin í fjør, vórðu tríggir heiðursdoktarar tilnevndir.

Ein teirra var Petur Jacob Sigvardsen. Í hesum sambandi skuldi hann halda heiðursdoktarafyrilestur fríggjadagin 1. apríl.

Av tí at Petur Jacob Sigvardsen hevur fingið forfall, so er fyrilestur hansara avlýstur. Fyrilesturin verður hildin seinni. Kunnað verður nærri, tá ið annar dagur er ásettur.