Heilsan úr Durham University
Summarið 2013 bleiv Hallur av Rana BA í Stjórnmálafrøði og for eftir loknan lestur at lesa víðari á Durhan University í Onglandi. Niðanfyri prenta vit eina heilsan frá honum úr Durham.
Nú er skjótt eitt ár síðani tók eg ta avgerð eftir loknan lestur á Setrinum at fara til Bretlands at lesa til eina MA. Leiðin gekk til ein lítlan lestrarbý í Norðuronglandi, ið kallast Durham. Býurin hevur eina ríka søgu, sum sæst best aftur í tí nærum 1000 ára gomlu dómkirkjuni og tilhoyrandi slottinum, ið býurin er bygdur rundanum. Í dag er býurin tó mestsum eitt stórt universitetsøki og uttan universitetið hevði ikki nógv verið eftir her.
Í Durham fór eg undir eina útbúgving, ið kallast Politics and International Relations. Sum navnið ber brá av, so spennir hon rættiliga víða og hetta árið havi eg havt ymisk fak sum Theories of Capitalism, Issues in the Politics of Military Occupation og Approaches to the Study of Modern Muslim Societies. Tað hevur verið ein serstakliga lærurík og mennandi tíð, har mann hevur fingið innlit í nógv evnir, sum mann næstan ikki visti var til áðrenn.
Undirvísingin sjálv hevur vanliga verið uppdeild sum seminar heldur enn fyrilestrar. Tað verður væntað, at tey lesandi sjálvi stýra tímanum og tosa um tað, ið er á skránni fyri dagin. Undirvísarin er einans har fyri at leiða kjakið aftur á rætt spor og at útdýpa, um okkurt ivamál er. Tað vil siga, at tann lesandi sjálvur hevur ábyrgdina av, hvat hann fær burturúr. Um ongin hevur fyrireika seg, so verður undirvísingin eisini hareftir.
Ein hugburðsmunur, ið eg serliga havi lagt merki til, er tann til sjálva útbúgvingina. Eg má viðganga, at til tíðir skammist eg yvir, at SU og Studni rinda mín skúlakostnað og eitt mánaðarligt gjald, tí ongin annar er í somu støðu. Har eg eri vanur við, at man er takksamur fyri møguleikan at lesa og góðtekur tað mesta sum fer fram, so eri míni felags lesandi í eini heilt aðrari støðu. Tey hava persónliga rindað fyri at vera her og tað er einki sum eitur, tey seta knallhørð krøv til umsitingina, til kunning, til hvussu uppgávur verða rættaðar, til undirvísarar, til vegleiðarar o.s.fr. Tað verður klagað um alt og sjáldan gongur dagur, uttan man hoyrir onkran tríva í sjónarmiðið, at tá man hevur goldið fyri hetta, so skal tað also vera ordligur kvalitetur. So at koma úr eini skipan, har krøv fyrst og fremst verða sett til tey lesandi, so krevur tað eina løtu at venda øllum á høvdið og skilja, at her verða krøvini fyrst og fremst sett til universitetið.
Nógv verður eisini gjørt, fyri at tryggja at tey lesandi trívast. Hvør einstakur lesandi er partur av einum college, ið skipar fyri ymiskum tiltøkum, fyrilestrum, døgurðum o.s.fr., við tí endamáli at menna tann lesandi, skapa trivnað og leggja lunnar undir netverkan. So mann hevur onga orsøk at ganga og keða seg. Harumframt, fyri at tryggja at ongin dettir niðurímillum, so hevur tann lesandi bæði ein fakligan og trivnaðarvegleiðara, ið mann møtir í hvussu so er einaferð um semestrið. Á tann hátt roynir mann at tryggja, at tann lesandi hevur tað gott bæði fakliga og sosialt.
Undirvísingin og próvtøkurnar eru nú lidnar og triðja semestrið er byrjað. Nú er tað so MA ritgerðin, ið skal latast inn miðjan september, sum fer við allari tíðini. Eg skrivi um, hvussu sosialir miðlar ella netverk kunna vera við til at styrkja sambandið millum tingfólk og teirra veljarar. Tað er ein væl kendur trupulleiki í flestu londum í Evropa í dag, at veljarar føla, at tað gerst alsamt størri og størri frástøða millum teir og teirra fólkavaldu. Ymiskar røddir vilja vera við, at alnótin og nýggir tøkniligir møguleikar kunna vera við til at styrkja um samskiftið millum veljarar og fólkavald og harvið geva veljaranum ein størri lut ella ávirkan í avgerðarprossesum. Men tað eru eisini góðar orsøkir til at halda, at tað ikki er so. Eg ynski so at kanna við støði í løgtinginum, hvussu tingfólk sjálvi uppliva teir møguleikar, ið sosialir miðlar geva teimum at samskifta við veljarar og hvussu hetta hevur ávirkað teirra arbeiði tey síðstu tíggju árini. Nógv er at lesa, og tað sum er spennandi við evninum er, at meðan kanska ikki so nógv hevur verið granskað í sjálvari politiskari umboðan, so er tað eitt øki, ið alsamt veksandi áhugi er fyri, tí frambrotini í samskiftistøknini síðsti árini lata møguliga upp fyri heilt nýggjum møguleikum, ið kunna vera við til at broyta ta grundleggjandi fólkaræðisligu umboðanina, ið vit eru so von við.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...