27.10.2014
Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Heilsuátøk á Sjúkrarøktarfrøðideildini

Áhugaverd heilsuátøk hjá lesandi á 9. eind á Sjúkrarøktarfrøðideildini, hósdagin 30. oktober kl. 10.30-12.00.


Komið er til endan av 9. eind, hvørs endamál er:

  • At lesandi skilur, hvønn týdning sjúkrarøkt hevur í samband við fyribyrgjandi og heilsufremjandi tiltøk og ætlanir í heilsuverkinum og í samfelagnum

  • At lesandi fær innlit í, hvønn leiklut sjúkrarøktarfrøðingurin hevur í samfelagsligum høpi viðvíkjandi heilsufremjing og fyribyrging

  • At lesandi mennir førleika til at kunna greina og miðla sjúkrarøktarfakligar spurdómar í samfelagsligum og mentanarligum høpi.


Í hesum sambandi hava lesandi gjørt heilsuátøk sum partur av próvtøkuuppgávu. Heilsuátøkini taka støði í greinum, sum lesandi hava skrivað, sum viðgera sjúkrarøktarfakligan spurdóm innan heilsufremjing og/ella fyribyrging í samfelagsligum høpi. Lesandi hava arbeitt í 6 bólkum við fylgjandi evnum:

  • D-vitaminir
  • Vetrartunglyndi
  • HPV-vaksina
  • Krabbamein í prostata
  • Sálarlig heilsa
  • Eldri og rørsla


Heilsuátøkini eru gjørd út frá omanfyristandandi evnum. Møguleiki er hjá almenninginum at síggja hesi hósdagin 30. oktober kl. 10.30-12.00 í fyrilestrarhølinum í Jónas Broncks gøtu 25.