Football as Medicine Book cover (2).jpg
Brynhild Thomsen
14.01.2020
Setrið Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi Depilin fyri heilsugransking
Skriva út

Heilsuframi á vísindaligum vølli

- Granskingarúrslitini eru greið, og stundin er komin til, at vit sum samfelag skipa kropsliga rørslu og spæl á vísindaliga grund til frama fyri fólkaheilsuna. Tað sigur Magni Mohr, professari, sum saman við øðrum í dag hevur lagt nýtt vísindaligt bókaverk fram

Leygardagin í næstu viku verður nýggja vísindaliga bókaverkið, ”Football as Medicine”, lagt fram í Kongshøll í Havn, tá stóra altjóða ráðstevnan á Fróðskaparsetrinum verður sett. Men longu í dag var bókaframløga í Danmark.
72 granskarar og høvundar úr 18 ymsum londum hava givið sítt íkast til bókina, sum lyftir próvbyrðuna um, at fótbóltsvenjing kann meira enn at fyribyrgja sjúku.

Ávís væl skipað rørsla kann rætt og slætt eisini brúkast sum viðgerð hjá teimum, sum hava hjarta- og æðrasjúku ella evnaskiftissjúku, umframt at hon er heilsugóð fyri vøddar og beinagrind.
Fulla heitið á bókini, sum fevnir um granskingarúrslit tey seinastu 15 árini, er ”Football as Medicine - Prescribing Football for Global Health Promotion”.


Fremja heilsu við fótbólti
Bókin ber fram spildurnýggja vitan um, hvussu heilsufótbóltur ávirkar børn, eldri, fólk við kropsligum sjúkum og sálarligum avbjóðingum, og eisini hvussu hetta slagið av rørslu ávirkar sosialt veikar samfelagsbólkar.

Somuleiðis borðreiðir bókin við ítøkiligum fólkaheilsufremjandi amboðum, sum feløg, stovnar og kommunur kunnu gagnnýta.

Peter Krustrup, professari á Syddansk Universitet, og Daniel Parnell frá University of Liverpool hava ritstjórnað, og Magni Mohr, professari á Fróðskaparsetrinum, er ein av teimum 72 rithøvundunum í humanari fysiologi, medisini, sálarfrøði, sosiologi og fólkaheilsufrøði, sum hava skrivað ymisku partarnar í bólkini.

Fremja heilsu altjóða og nationalt
Magni Mohr sigur, at vísindaliga próvførslan í bókini vísir, at fótbóltur virkar sum breiðspektraður heilivágur ella sum ein “poly-tablett” fyri lívstílssjúkur.
Grundin er, at spælið er sokallað hybridvenjing, sum samantvinnar treystis-, styrkis- og harða intervalvenjing. Hendan rørslan stimbrar hjartað og minkar blóðtrýst, kropsfeitt og kolesterol í blóðinum. Vøddar og beinagrind styrkjast, og kropsjavnvágin mennist.
- Samstundis er spælið stuttligt, eggjandi og sosialt gevandi. Fótbóltur er heimsins best umtókta spæl og eitt av sterkastu brandum uttan mun til, hvussu gomul fólk eru, hvat kyn tey hava, hvaðani tey eru ella hvørja sosiala støðu tey eru í. Og hesin grundvøllur er væl egnaður til at eggja fólki til at gerast virknari kropsliga, sigur Magni Mohr.
Út frá hesum kunnu konseptini í “Football as Medicine” brúkast til at fremja fólkaheilsu altjóða og her á landi, sigur professarin.
- Amboðini í bókini eru so ítøkilig og púra klár at taka í nýtslu hjá heilsustarvsfólki, politikarum, kommunum, stovnum og ítróttarfeløgum. Mín vón er, at stóra vísindaliga vitanin, sum nú er samlað í hesum bókaverkinum, fer at hava við sær eitt “paradigmuskifti”. Stundin er komin til, at vit sum samfelag skipa kropsliga rørslu og spæl á vísindaliga grund til frama fyri fólkaheilsuna, sigur Magni Mohr, professari.

Bókaframløga verður – sum nevnt - í Føroyum í sambandi við altjóða vísindaligu ráðstevnuna, “Football is Medicin 2020”. Framløgan verður í Kongshøll á Vestaru Bryggju leygardagin 25. januar kl. 11.45-12.15.