MagniM.jpg
Brynhild Thomsen
12.12.2019
Setrið Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi Depilin fyri heilsugransking
Skriva út

- Heilsugranskingin blómar

- Tað var ómetaligt framstig, at Depilin fyri Heilsu- og Almannagransking varð stovnaður, tí nú heysta vit fruktirnar av góða samstarvinum millum hann,  Setrið, Landssjúkrahúsið, Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og Ílegusavnið. Tað sigur Magni Mohr, dekanur á Fróðskaparsetrinum

Dekanurin á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi er findarglaður, nú Sjúkrakassagrunnurin aftur hevur latið stuðul til gransking. Fýra av fimm verkætlanum, sum fingu stuðul, eru nevniliga rótfestar á DHS.

- Gransking á heilsuøkinum er eksploderað seinastu árini, og talið av vísindaligum greinum og virknum granskarum í Føroyum er vaksið ógvusliga. Hetta samstarvið ger okkum sterk og víðkar okkara granskingarmøguleikar, sigur Magni Mohr, sum eisini fegnast um, at fjølbroytnið í heilsugranskingini samstundis veksur.

Dekanurin heldur, at vit í dag ikki smæðast burtur á altjóða pallinum, tá tað snýr seg um granskingarøki, so sum sum fysiologi, medisin og epidemiologi.

- Og tað er jú fantastiskt, tá talan er um eitt fjarskotið land við 50.000 íbúgvum!, sigur hann.

Ungir granskarar á veg fram

Fleiri av granskarunum, sum nú hava fingið stuðul til heilsugransking, eru ung fólk, og tað er eisini eitt heilsutekin, heldur dekanurin.

- Breiddin av førleikum veksur, og alsamt fleiri ungir granskarar leggjast afturat, sum vit síggja á teimum, sum nú hava fingið granskingarstuðul. Hetta ger, at dugnalig fakfólk, sum umboða eitt nýtt og forvitið ættarlið av heilsugranskarum, kunnu velja at granska her, sigur Magni Mohr, sum vísir á tann máttin, sum nú er farin at renna gjøgnum alsamt sterkari sambondini við útlendskar granskingarstovnar.

- At hava ein so sterkan pall til heilsugransking ger, at onnur vilja samstarva við okkum á jøvnum føti. Ikki av serstøðu Føroya á summum økjum, men tí vit hava eitt vælskipað og virt granskingar-infrakervi á heilsuøkinum. Tí eru vit eisini felags við sterkar útlendskar granskingarstovnar um ph.d.-lesandi og granskingarverkætlanir. Lykilin til hetta slagið av menning og tjóðarbygging er altso samstarv!, sigur Magni Mohr, dekanur á Fróðskaparsetrinum.