Náttúruvísindadeildin, Hóraldur Joensen/Knud Simonsen
07.01.2011
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Heilsuligir vansar og fyrimunir av at eta hval og kóp

Verkstova verður í Keypmannahavn um heilsuligar fyrimunir og vansar av at eta hval og kóp í Norður-Atlantshavinum. Náttúruvísindadeildin skipar fyri og luttakararnir eru dálkingar- og føðsluserfrøðingar í Norðurlondum og Canada.


Seinastu tíðina hevur nógv verið at hoyrt um heilsuligu vandarnar av at eta hval og kóp í Norður-Atlantshavinum, meðan onnur hava mutað ímóti og víst á heilsuligu fyrimunirnar av at eta mat úr sjónum.

Saman við ráðgevandi arbeiðsbólkinum AG-fisk undir Norðurlandaráðnum, er Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum stigtakari til verkstovuna um hesi viðurskifti. Tað er Hóraldur Joensen, lektari í evnafrøði á Náttúruvísindadeildini, sum skipar fyri og hevur ábyrgd av verkstovuni, sum verður í Keypmannahavn tann 14. januar.


Í júst farna ári, 2010, hevði Føroyar/Grønland/Danmark formannskapin í Norðurlandaráðnum og harvið eisini AG-fisk. AG-fisk hevur ein grunn (8-10 milliónir Dkr) til at stuðla felags marinum verkætlanum í Norðurlondum. Av tí at Fróðskaparsetur Føroya hevur ein ráðslim í AG-fisk, so hevur universitet landsins fingið tað álit at fyriskipa og gjøgnumføra nevndu verkstovu.


Endamálið við verkstovuni er:

  1. At finna fram til dagsins kunnleika um javnvágina millum teir heilsuligu góðu og vánaligu eginleikarnar í mat-úrdráttum av havsúgdjórum í Norðurhøvum.
  2. At meta um verandi kunnleika um heilsuligar vansar og fyrimunir við at nýta hættir, ið eru mentir og nýttir av FAO/WHO Expert Consultation viðvíkjandi føði úr sjónum.
  3. At ráðgeva stjórnum, stýrandi stovnum og borgarum Norðurlanda um vansar og fyrimunir  við at eta tvøst og spik av havsúgdjórum.
  4. At avgera hvat slag av kanningum framvegis er neyðugar fyri at meta um jaligu og neiligu heilsuárinini.

Verkstovan er fíggjað av Norðurlandaráðnum umvegis arbeiðsbólkin AG-fisk.