08.04.2008
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Heimskendur yrkjari vitjar

Pia Tafdrup, sum er umsett til nógv mál og hevur fingið ein hóp av virðislønum fyri yrkingar sínar, vitjar í Føroyum í komandi viku. Tað er Norðurlandahúsið, sum hevur boðið henni.


Tvey tiltøk verða, har hon lesur og greiðir frá:

1: Mikudagin 9.4. kl. 13. Springet over skyggen – úrvalssavn. Fróðskaparsetur Føroya, Føroyamálsdeildin,

2: Leygardagin 12.4. kl. 13. Tarkovskijs heste (2006) í Norðurlandahúsinum.

Hol á eingil

Fyrsta yrkingasavnið hjá Piu Tafdrup er Når der går hul på en engel, sum kom út í 1981, har eyðkenda yrkingalag hennara longu er sjónligt: Øðrumegin eintýtt allegoriskt myndamál og hinumegin eitt visionert yrkingalag, sum í fjølbroyttum, samansettum málburði sigur frá sálarligum viðurskiftum. Myndirnar hava støði í inniligum sansingum og hugasambondum, sum skapa ein tættan vevnað av sambondum millum orð fyri ymiskar sansingar.

Sår

Uden ord

glider dagen gennem kroppen

og langs væggen vokser

feberlandskabet frem

hænder bærer lugten

af sygdom med sig

og kvalme dampe af ensilage

slår ud gennem lugen

fra barndommens silobrønde

og fylder den fugtige luft

eller det varme blod fra hønen

blot et enkelt slag

mod hjørnet af skuret

blot et enkelt slag

og hønens hoved

dingler dybt fra kroppen

kun få stænk af blod på hånden

feberhånden

karlen med den flækkede finger

altid skal han røre ved mig

altid skal han trykke mig ind til sig

før han sætter mig op på hesten

(Når der går hul på en engel, 1982)

Heitið á fyrsta yrkingasavninum sipar til slitið millum barnsins sakloysi og vaksnu støðuna millum viðkvæman erotiskan alsk og tann andglett, sum listafólkið støðugt stendur í.

Kroppur, kyn og náttúra eru myndatilfarið í yrkingum hennara. Yrkingalagið hjá Piu Tafdrup hevur verið kallað "kropsmodernismu", tí hon við anatomiskum heitum, plantu- og djóranøvnum roynir at fanga tær sálarligu støður, sum eru ov stokkutar og samansettar til at vera lýstar við vanligum sálarfrøðiligum hugtøkum.

Fossil

Den drøm

som klippes over

af en entrédørs smækken

i efterårsblæst

river sig løs

fra det sarte hjernevæv

som et foster

fra uterus' væg

aflejres som pergamentgråt

spildprodukt

et smertende fossil

frosset inde et sted bag øjene

(Intetfang, 1982)

Umframt yrkingar hevur Pia Tafdrup latið úr hondum sjónleikir, eina skaldsøgu og eina poetikk – eina bók um yrkingakynstrið, har hon viðger yrkingalag sítt og strembanina eftir at skapa syntesu og snið. Umráðandi hjá henni er, at yrkjarar ogna sær klassikararnar og síðani skriva fram síni egnu eyðkenni. Hugtøk sum Pia Tafdrup í tí viðfangi serliga hevur arbeitt við eru depersonalisering og einkisleika.

Depersonalisering, avpersónsgerð hava nógvir yrkjarar stríðst við. Tað er hetta, at yrkjarin má vera førur fyri at siga frá inniligum og sonnum royndum, men skal tað eydnast, má hann beina fyri øllum privatum,:

Digtet har ikke egenværdi, førend jeg forlader det. Det skal kunne læses uafhængigt af min individualitet, hvilket betyder, at jeg ikke må være til stede som privatperson. Det partielle må ikke kvæle det universelle

Eitt av yrkingasøvnunum eitur Intetfang, sum sipar til einkisleika. "Intetfang" stavar frá heimspekinginum Ludvig Feilberg og lýsir ósamanhangið millum eg'ið, umheimin og vanligar hugsanir um estetikk, etikk, trúgv, ideologi og politikk. Í yrkingunum hjá Piu Tafdrup sæst hesin einkisleikin í niðurtónaðu tilvísingunum til fysiska veruleikan fyri í staðin at siga frá dreymum og sjónum.

Hinvegin sæst frá endan av 1980'árunum, at yrkingar hjá Piu Tafdrup viðgera evni, sum eru heldur nærri tí privata og umheiminum. Savnið Territorialsang roynir at skapa samband og samleika gjøgnum jødisku ættarbondini, at spinna "ein livi-tráð" og at "granska sálir í útlegd". Pia Tafdrup verður eitt við tilfar sítt, so at siga einki myndamál er í savninum, í staðin er ein heimur av sansingum, sum speglar tilveruspurningarnar, sum leika á.

Nýggjasta yrkingasavnið hjá Piu Tafdrup Boomerang er komið í ár og er, eins og allar bøkurnar hjá henni, givið út á forlagnum hjá Gyldendal. Boomerang er eitt savn við 101 haiku, t.e. eitt japanskt yrkingasnið: Tað skal hava tríggjar reglur, fyrsta og triðja regla skulu hava sjey stavilsi og onnur regla fimm. Yrkingin skal siga frá einum hugskoti, eini hugsan ella kenslu. Harafturat skal yrkingin hon vísa á eina ítøkiliga støðu, samstundis sum hon letur hóma ta heild, sum mannakorini eru partur av. Alt hetta skulu hesar stuttu reglur lýsa.

Ord i dråbeform –

smertebefrugtet isbjerg.

Glemselsdybt grundvand

Savnið er róst, hóast tað ikki verður tikið fram um Tarkovskijs heste.

Í sambandi við at Pia Tafdrup hevði verið virkin yrkjari í 25 ár, varð eitt úrval av yrkingum hennara givið út Springet over skyggen, sum er høvuðsverkið, sum hon fer at lesa upp úr á Fróðskaparsetrinum mikudagin kl. 13.

Bókmentaligur seinnapartur leygardagin

Í Norðurlandahúsinum leygardagin 12.4. verða tvey bókmentalig tiltøk.

Fyrst fer Pia Tafdrup at lesa upp úr savinum Tarkovskijs heste (2006) og greiða frá tí. Savnið lýsir ein pápa, sum er gamal og sálarliga viknaður, flytur á røktarheim og spakuliga hvørvur inn í minnisloysi.

Tann stytsta yrkingin í savninum samanfatar lívsvísdóm:

GLIMT

En kerne af intet i en skal af alt,

det nøgne øjelbiks

dødskrystal.

Stilhedens indre glimt

og over det største hav lynets lyre –

et mangefacetteret skær, et kærtegns

tordnende lys.

Heitið á savninum vísir til filmin Den yderste dom, sum er um ein ikonmálara, sum vónleysur gongur gjøgnum heimin og vinnur trúnna aftur, tá hann møtir einum, sum stoypir klokkur. Klokkustoyparin fortelur honum tað, sum hann longu veit, at list verður bara skapað við sálini, sum eitt undur, eitt, ið rakar tann eyðmjúka umsitaran. Ross eru altíð í filmunum hjá Tarkovskij, og tað eru tey rossini ímynda pápan í yrkingasavninum.

Tá ið Pia Tafdrup hevur lisið úr Tarkovskijs heste verður ein steðgur áðrenn Bo Hakon Jørgensen heldur fyrilestur um rithøvndin Karen Blixen

Bøkur eftir Pia Tafdrup:

Boomerang, 2008

Det drømte træ

Springet over skyggen

Tarkovskijs heste

Hengivelsen, skaldsøga

Hvalerne i Paris

Digte 1989-98

Digte 1984-88

Digte 1981-83

Tusindfødt

Dronningeporten

Territorialsang

Krystalskoven

Jorden er blå, sjónleikur

Over vandet går jeg, poetikk

Sekundernes bro

Døden i bjergene, sjónleikur

Hvid feber

Springflod

Den inderste zone

Intetfang

Når der går hul på en engel, 1981