Heimsmál á NÁD
Í viku 39 (24.-28. september) var temavika á Námsvísindadeildini, har arbeitt var við teimum 17 málunum, sum ST hevur sett sum mál fyri 2030.
Aðalfundarsamtykt Sameindu tjóða “Transforming the world: the 2030 Agenda for Sustainable Development” frá 2015 heitir á heimsins tjóðir um at virka fyri at fremja 17 burðardygg menningarmál. Málini eru sett fyri tíðarskeiðið 2015 til 2030, og skulu seta eina greiða kós fram ímóti burðardyggari menning til gagns fyri bæði menniskju og náttúru. Sí samtyktina HER
Á ráðstevnu, sum varð hildin um heimsmálini í Norðurlandahúsinum 23. februar í ár, segði Aksel V. Johannesen m.a. soleiðis: ”Sum ein ábyrgdarfullur partur í altjóða samfelagnum eiga Føroyar, á sama hátt sum onnur lond, at taka menningarmálini hjá ST til sín og eftir førimuni royna at røkka teimum. Og tað hava vit í landsstýrinum eisini valt at gera.”
Tá ið landsstýrið hevur sett sær hesi greiðu mál, mettu vit á NÁD, at tey lesandi, sum í teirra komandi yrki skulu vera við til at fremja tilvitið um burðardygga menning hjá børnum og ungum, áttu at fáa kunnleika og innlit í heimsmálini og við miðvísum arbeiði við hesum málum, kundu ogna sær vitan til í praksis at fremja hesi mál í uppaling og undirvísing.
Tríggjar teir fyrstu dagarnir varð byrjað við viðkomandi fyrilestrum. Mánadagin greiddi Magni Arge frá, hvussu heimsmálini vóru komin á dagsskrá í Føroyum, og hvat tey í høvuðsheitum snúðu seg um. Týsdagin vóru tveir fyrilestrar. Mikkjal Mikkelsen greiddi frá um burðardygga orku og Noomi í Dali umrøddi burðardygga framleiðslu, við serligum denti á klædnamentan. Mikudagin helt Magni Mohr fyrilestur um rørslu og kost, og hvønn týdning tey høvdu fyri burðardygga menning fyri einstaklingin og samfelagið sum heild.
Eftir fyrilestrarnar vóru ymsar verkstovur. Ymiskt var, hvussu og við hvørjum fólk arbeiddu, men nógv arbeiddu við evnum, sum vóru knýtt at heimsmáli 4, sum snýr seg um dygdargóða og burðardygga undirvísing til øll. Fjølbroytt undirvísingartilfar varð gjørt og fleiri filmar vórðu framleiddir hesa vikuna. Hósdagin var fyrst og fremst arbeitt við eini framsýning, sum skuldi vera fríggjadagin. Fríggjadagin sýndi hvør bólkur fram tað, sum tey høvdu arbeitt við í vikuni. Fyrrapartin varð tikið móti vitjandi og seinnapartin var kafé, har sumt av tí, sum var komið burturúr gjøgnum vikuna varð sýnt fram. Felagssangur og ymisk spøl vóru eisini á skránni. Vikan var sera væl móttikin av bæði undirvísarum og lesandi og nógv tilfar varð framleitt, sum væl vísti, hvat var komið burturúr gjøgnum vikuna, og sum kann brúkast aftur, tá ið tann lesandi fer út í sítt yrki.
Myndatekstur:
Læraralesandi høvdu innrættað part av kantinuni sum fátækraøki. Ein av nógvu úrtøkunum hesa vikuna var eitt sanghefti við sangum um fátækradømi.
Í smíð høvdu tey brúkt plattar sum tilfar, og høvdu samstundis kannað, hvørja umhvørvisávirkan plattar hava. Her eru rekkja og talva at hanga upp krúss á gjørd burtur úr plattum.
Noomi í Dali helt fyrilestur við støði í heimsmáli nr. 12: ábyrgdarfull nýtsla og framleiðsla, og vísti á at klædnamentanin er broytt munandi, og er nú ein av stóru umhvørvisavbjóðingunum.
Eitt minnisspæl serliga ætlað tvímæltum børnum, við orðum á føroyskum, enskum, filipinskum og tailendskum, sum pedagoglesandi hava gjørt.
Pedagoglesandi í ferð við at leggja til rættis ein sangvideo til børn.
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...