Heimsmálini hjá ST og Føroyar
Fríggjadagin tann 23. februar frá kl. 08.45 til kl. 12.00 verður ráðstevnan "Heimsmálini hjá ST og Føroyar - hvørji eru tey 17 burðardyggu heimsmálini, og hvussu gera vit okkara part?" í Norðurlandahúsinum.
Í september 2015 settu Sameindu Tjóðir sær 17 mál, ið fevna um heimsins størstu trupulleikar, sum skulu loysast áðrenn 2030. Hesi fevna m.a. um at basa fátækradømi, veita øllum mat, rættin til góða heilsu, betri útbúgving, javnstøðu, burðardygga orku, minni ójavna, veðurlagsátøk og lívið í havinum. Hesi mál eru sett, tí mett verður neyðugt at loysa trupulleikarnar, so øll kunnu liva eitt gott lív nú og samstundis lata komandi ættarliðum heimin í góðum standi. Ein týdningarmikil partur av hesum risa átaki, er at spjaða boðskapin vítt og breitt, soleiðis at vit bæði saman og hvør sær kunnu gera okkara fyri at betra um heimin.
Á ráðstevnuni verður kunnað um ST-ætlanina, og hvussu tikið verður ímóti henni í Føroyum og Norðurlondum. Sjóneykan verður serliga sett á heimsmál nr. 14, sum snýr seg um havið og lívið i havinum, ið hevur so stóran týdning fyri Føroyar.
Skráin er hendan:
- Mogens Lykketoft
Visiónin handan ST-sáttmálan - Aksel Johannesen, Løgmaður
Hvussu taka Føroyar av avbjóðingini? - Anniina Kristinsson, umboð fyri Norðurlendska Ráðharran
Norðurlendsk átøk og samstørv - Katherine Richardson, professari í havfrøði
Burardygga nýtslan av tilfeinginum í havinum - Høgni Hoydal, landstýrismaður í fiskivinnumálum
Large Ocean Nations - Ásmundur Gudjónsson, stjóri í NORA
Blue Fashion - Poul Michelsen, landstýrismaður í uttanríkismálum
Altjóða leikluturin hjá Føroyum í samband við heimsmálini
Tiltakið byrjar sum nevnt kl 8.45 og endar kl 12.00.
Øll eru vælkomin, og tiltakið er ókeypis. Kortini er fyrimunur, um vit hava eina hylling á, hvussu nógv koma, og ynskja tí eina tilmelding á tjodveldi(at)ft.dk.
Meir um tiltakið sæst eisini á Facebook:
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...