Heimsmet í vøkstri av alitoski lýst í nýggjari grein
Tann 15. august 2012 varð vísindagreinin: “Rapid growth of farmed cod in sea cages in the Faroe Islands” við úrslitum av gransking í vøkstri og kynsbúning av alitoski almannakunngjørd í høgt virda altjóða tíðarritinum Aquaculture. Høvundarnir eru Arne G. Kolbeinshavn, Poul Vestergaard og Øystein Patursson frá Fiskaaling og Hannes Gislason frá Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum.
Greinin tekur støði í úrslitum frá royndarframleiðslu av toskayngli hjá Fiskaaling í Nesvík, sum bleiv aldur til 4 kg tøkuvekt hjá Faroe Salmon í Árnafirði, árini 2006-2008. Úrslitini eru partvíst umrødd áður í føroyskum fjølmiðlum og løgd fram á norðurlendskari ráðstevnu um toskaaling í Reykjavík, 30. sept. – 1. okt. 2008. Henda ráðstevna var stuðlað av íslendska bankanum Glitnir, sum í lagnunar speisemi fall undir sjálvari ráðstevnuni, sum tann fyrsti í íslendsku fíggjarkreppuni.
Undan fíggjarkreppuni var nógvur áhugi og optimisma um toskaaling, og semja var um at úrslitini úr Føroyum vóru met-góð. Óvissa var tó um, hví úrslitini vóru so góð. Var tað vegna góðu ílegurnar hjá toskinum av Føroyabanka, sum er kendur fyri at vaksa væl? Var tað vegna góða og javna hitan í sjónum kring Føroyar? Vegna náttúrligu fóðringina við sjóæti av ynglinum í Nesvík? Hví eydnaðist tað so væl at útseta vakstrar-darvandi kynsbúning við ljós-stýring í Føroyum, tá tað sama oftast miseydnast í øðrum londum, sum t.d. í Noreg?
Umframt at góðu vakstrarúrslitini nú eru vísindaliga skjalfest fyri eftirtíðina, so viðger vísindagreinin hesar áður ósvaraðu spurningar og granskar tann góða vøksturin, sum bleiv staðfestur í 2008. Í greinini eru mátingar brúktar av føroyskum sjóhita 2006-2008 saman við einum íslendskum vakstrarmodelli fyri tosk, og útrokningarnar vísa, at vøksturin í føroyskum sjógvi skal vera munandi betur enn við Noreg og Ísland (og onnur lond) vegna munin í sjóhita aleina (trýst á mynd).
Greinin var einmælt góðkend av trimum ummælarum hjá tíðaritinum Aquaculture, sum er hægst virda altjóða tíðarritið fyri aligransking. Tað er onnur greinin síðani 2010, sum granskarar hjá Fiskaaling hava fingið í hetta tíðarrit í samstarvi við granskarar úr Noreg og frá Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum. Hetta staðfestir, at føroysk aligransking er á altjóða stigi. Niðurstøðan hjá ummælarum av nýggju greinini var m.a., at úrslitini úr Føroyum eru bestu vakstrarúrslit fyri aldan tosk, sum nakrantíð eru almannakunngjørd og at hesi úrslit kunna endurbirta vónirnar um, at toskaaling kann gerast lønandi vinna í framtíðini.
Les meiri:
Tíðindaskriv um greinina
Kelda:
Arne G. Kolbeinshavn, Poul Vestergaard, Øystein Patursson, Hannes Gislason, 2012. Rapid growth of farmed cod in sea cages in the Faroe Islands, Aquaculture 358–359, 224-233.
dx.doi.org/10.1016/j.aquaculture.2012.06.036
Niðurtøka av vísindaligu greinini krevur hald av tíðarriti. PDF-avrit av greinini kann fáast við at venda sær til Hannes Gislason á hannesg@setur.fo
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...