Knud Simonsen, Náttúruvísindadeildin
14.09.2011
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Heimspressan kennir nú Gunnvør á Norði

'Aling hevur minni árin enn fyrr hildið' er yvirskrivt á umtaluni av vísindagrein hjá Gunnvør á Norði og øðrum, sum er grundað á mátingar í Kalbaksfirði. Umtalan er endurgivin kring allan knøttin.


Tað er heimasíðan Planet Earth Online, sum tann 7. septembur hevði eina umtalu av vísindagreinini 'Environmental impacts of coastal fish farming: carbon and nitrogen budgets for trout farming in Kaldbaksfjørður (Faroe Islands)', ið varð almannakunngjørd í juniútgávuni av vísindatíðarritinum Marine Ecology Progress Series. Tað er Gunnvør á Norði, sum hevur skrivað vísindagreinina saman við Eilif Gaard á Havstovuni, Ronnie Glud, sum tá starvaðist á skotska granskingarstovninum SAMS og nú er professari á Syddansk Universitet, og Knud Simonsen á Náttúruvísindadeildini. Vísindagreinin byggir á mátingar, sum eru gjørdar á Kalbaksfirði, og er partur av PhD-ritgerðini hjá Gunnvør á Norði, sum hon vardi í vár. Meðan Gunnvør arbeiddi við ritgerðini, starvaðist hon á Havstovuni, og var innskrivað sum PhD-lesandi á Náttúruvísindadeildini.

Umtalan á Planet Earth Online leggur stóran dent á, at arbeiðið hjá Gunnvør vísir at alingin ger minni skaða á umhvørvið,  og at vistskipanir í havinum koma skjótari fyri seg, enn fyrr hildið. Treytin fyri hesum, leggur umtalan dent á, er at alianleggini verða staðsett við skili, og at markið fyri hvussu nógva aling eitt øki tolir, verður virt.

Í umtaluni verður eisini víst á góðu aliumstøðurnar í Føroyum, við tað at rák og baldruta veðrið gevur  góða útskifting.  Henda jaliga umtalan av føroyskari aling er endurgivin bæði í bløðum og á portalum kring allan knøttin. Ein av portalunum er tann hjá 'Asian Aquaculture Network', ið er eitt umfatandi netverk fyri allar partar av alivinnuni í Fjareystri. Umframt at útvinna gagnliga vitan til heimligu vinnuna, er dygdargóð gransking eisini góð altjóða reklama.

Umtalan á Planet Earth Online kann lesast her. Mikudagin 14. septembur kl. 11:30 fann Google 6600 leinkjur til hesa søguna, - sí her.

Vísindagreinin 'Environmental impacts of coastal fish farming: carbon and nitrogen budgets for trout farming in Kaldbaksfjørður (Faroe Islands),  Gunnvør á Norði, Ronnie N. Glud, Eilif Gaard, Knud Simonsen. MEPS 431:223-241 (2011). DOI:10.3354/meps09113, kann  lesast her (krevur hald)