Heini hildið fyrilestur á mannarættindaráðstevnu í Italia
27.04.2016
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Heini hildið fyrilestur á mannarættindaráðstevnu í Italia

Árlig ráðstevna um religión og mannarættindi varð hildin í seinastu viku á universitetinum í Padova í Italia.


Í seinastu viku varð árlig ráðstevna um religión og mannarættindi hildin á universitetinum í Padova í Italia. Ráðstevnan snúði seg m.a. um mannarættindi í islam, kristindómi og jødadómi. Um yvirgang og kríggið ímóti yvirgangi. Um flóttafólk, integrasjón, valdið hjá miðlunum at vinkla søgur um slík evni og um tær avbjóðingar, sum eru tongdar at einum multikulturellum samfelagi.

Ráðstevnan varð býtt sundur í teoretiskar, løgfrøðiligar og empiriskar framløgur, og millum tey, sum hildu fyrilestur, var Heini í Skorini, sum er ph.d.-lesandi á King’s College, University of London, og sum eisini er knýttur at Setrinum. Heini helt fyrilestur um sína gransking um talufrælsi og religión í einum altjóða samanhangi, og hann legði fram eina diskursanalysu av kjakinum í ST um, hvar mørkini ganga fyri talufrælsinum í mun til blasfemi og religiónskritikk.