Heini hildið fyrilestur á ráðstevnu í London
Í næstseinastu viku var Heini í Skorini millum tey, sum hildu fyrilestur á árligari ráðstevnu í altjóða politikki, sum King’s College London skipar fyri.
Ráðstevnan varð hildin á einum slotti, Cumberland Lodge, í býnum Windsor beint uttan fyri London.
Hetta er ein ráðstevna, sum gevur bæði royndum granskarum og minni royndum ph.d.-lesandi høvi til at leggja fram. Eftir hvørja framløgu eru spurningar og kjak, har tey ph.d.-lesandi skulu verja síni prosjekt í mun til ástøði, háttalag og fyribils niðurstøður.
Heini skrivar um talufrælsi, sensur og religión í einum altjóða samanhangi, og hann er í gongd við eina diskursanalysu av hesum kjakinum í ST-høpi.
Men tað vóru ikki bara akademikarar og granskarar, sum løgdu fram, tí hvørt ár hevur ráðstevnan eisini fólk við praktiskum royndum frá altjóða politikki. Í ár fingu áhoyrararnir høvi til at hoyra Sir William Patey, sum hevur verið bretskur sendiharri í Sudan, Irak, Saudiarabia og Afganistan, og Sir Nick Parker, sum hevur verið generalur í bretska herinum í m.a. Sierra Leona, Bosnia, Irak, Norðurírlandi og Afganistan.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...