Heini í Skorini við í nýggjari, altjóða bókaútgávu
Saman við øðrum granskarum úr Evropa og USA hevur Heini grein í nýggjari bók um religión og altjóða politikk, sum forlagið Routledge University Press gevur út
Seinnu árini hevur nógv fokus verið á terrorismu og militanta religión, men færri granskarar hava kannað, hvørja ávirkan religiónin hevur á altjóða politikk, tá hon ikki kemur til sjóndar við vápnum, hermegi og harðskapi.
ST rúmar í dag einum klútateppi av religiøsum aktørum – tað veri seg statir ella altjóða felagsskapir – sum saman ella hvør sær ávirka altjóða politikk, altjóða mannarættindi og virðispolitikk í ST, t.d. í mun til javnstøðu, talufrælsi, seksuellar minnilutar, fosturtøku og trúarfrælsi.
Seinasta árið hava granskarar úr Evropa og USA sett sær fyri at kanna hetta evnið, og úrslitið er nýggja bókin Religion, the State and the United Nations, sum júst er komin út á akademiska forlagnum Routledge University Press. Tað er Oslo Universitet, sum saman við forlagnum hevur samskipað útgávuna.
Við støði í síni ph.d.-ritgerð hevur Heini í Skorini skrivað eitt kapittul saman við Marie Juul Petersen, sum er granskari á Dansk Institut for Menneskerettigheder. Teirra partur snýr seg um, hvussu muslimsku londini í ST ávirka altjóða talufrælsið í mun til religión.
Umframt hetta snýr bókin seg eisini um katólsku kirkjuna, jødiskar felagsskapir, russisku ortodoksu kirkjuna og aðrar felagsskapir, sum hava ein virknan leiklut í altjóða virðispolitiskum spurningum. Sí meira um bókina her.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...