Heini luttekur á ST-fundi í Saudi Arabia
02.06.2015
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Heini luttekur á ST-fundi í Saudi Arabia

Talufrælsi, átrúnaður og altjóða lóg eru á skránni, tá heimsins lond hittast í havnabýnum Jeddah í Saudi Arabia mikudagin og hósdagin í hesi vikuni.


Eftir yvirgangsálopini í París og Keypmannahavn í januar og februar er fundurin aktuellur og fer m.a. at snúgva seg um, hvørt ásetingarnar um talufrælsi í altjóða lóg skulu orðast av nýggjum, hvussu rættindi hjá minnilutum verða vard og hvussu ekstremisma skal basast. Fleiri av teimum stóru limalondunum í ST hava í mong ár ynskt greiðari og strangari ásetingar, m.a. Russland og tey stóru muslimsku londini sum Saudi Arabia, Pakistan og Egyptaland. Hinumegin hava USA og ES-londini tvíhildið um, at talufrælsið ikki skal skerjast í altjóða lóg.

Fundurin er tann fimti í sonevndu Istanbul-prosessini – ein diplomatiskur dystur sum byrjaði í Istanbul í Turkalandi í 2011. Fyrr hava slíkir fundir verið fyri afturlatnum hurðum, men hesaferð hevur felagsskapurin hjá teimum muslimsku londunum, OIC, boðið fleiri mannarættindafelagsskapum og granskarum við. Sum liður í ph.d.-gransking um religión og altjóða talufrælsi luttekur Heini í Skorini umvegis Dansk Institut for Menneskerettigheder, sum eisini hevur annað umboð í Jeddah. Verkætlanin er fíggjað av Granskingarráðnum og Fróðskaparsetri Føroya, og Heini er innskrivaður á King’s College London. Umframt stjórnarumboð frá USA, Evropa og muslimska heiminum luttaka eisini felagsskapir sum Human Rights Watch, Amnesty International og serfrøðingar úr vesturheiminum og muslimska heiminum.