FMD/Malan Marnersdóttir
01.06.2010
Føroyamálsdeildin Skriva út
Heini Olsen (1969 - 2010)
Heini Olsen úr Klaksvík leyk samansett MA-prógv í føroyskum og donskum á Føroyamálsdeildini í mai í fjør.
Hann hevði lisið føroyskt á Føroyamálsdeildini og danskt á Københavns Universitet.
Eftir lokið prógv var hann lærari á Studentaskúlanum á Kambsdali.
Heini var sera dámligur og nærlagdur studentur. Tað var ein frøi at leiðbeina honum, bæði tá ið hann skrivaði BA-ritgerð um stuttsøgur hjá Hanusi Andreassen og høvuðsritgerð um Glansbílætasamlararnar eftir Jóanes Nielsen.
Hann var so hugtikin av søgupersónsfrøðini, sum hann fekst við í høvuðsritgerðini, at hann ætlaði at halda fram og lesa framíhjá. Tað fekk hann ikki høvi til.
Vit á Føroyamálsdeildini minnast Heina við takksemi.
- 16.08.2024 FróðskapurSeinastu tvær greinarnar frá Eivindi Weyhe sálaTvær stuttar greinar um staðarnøvn eftir Eivind Weyhe sál...
- 24.07.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiDiabetes2: Evstamark at melda til kanningina er 31. juliFróðskaparsetur Føroya og Steno Miðstøðin í Sjúkrahúsverk...
- 23.07.2024 Setrið FøroyamálsdeildinMinningarorð um Eivind WeyheViðhvørt virkar tað sum um, at ringitónin á telefonini lj...