helene_pristed_nielsen_650x350 c2016 (002).jpg
Brynhild Thomsen
19.04.2022
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Helene Pristed Nielsen adjungeraður lektari

Fram til 30. apríl 2025 verður Helene Pristed Nielsen adjungeraður lektari á Søgu og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum

Helene Pristed Nielsen, sum hevur starv sum lektari á Aalborg Universiteti, verður nú knýtt at Fróðskaparsetrinum sum adjungerað. Harvið fær Setrið ágóða av einum sera kønum fakfólki á økjum so sum kynsgransking og oyggjagransking.

Hon hevur hollar førleikar sum granskari í m.a. kynsjavnstøðu, feminismu, minnilutum og inklusión, og so hevur hon eisini góðar royndir í granskingarleiðslu.

Helene Pristed Nielsen hevur áður samstarvað rættiliga fitt við granskarar á Setrinum, m.a. Eriku Hayfield og Firouz Gaini á Søgu- og samfelagsdeildini, har hon nú verður adjungerað fram til várið 2025.