Helle Thorning-Schmidt vitjar Setrið
Helle Thorning- Schmidt, forsætisráðharri, vitjaði Fróðskaparsetrið fyrrapartin, har lesandi fingið høvið at seta forsætisráðharranum spurningar.
Helle Thorning- Schmidt hevði sjálv biðið um at sloppið at hitt lesandi føroyingar.
Omanfyri 100 fólk vóru til tiltakið. Talan var um lesandi á Setrinum, næmingar úr Studentaskúlanum í Hoydølum og Føroya Handilsskúla í Havn, umframt umboð fyri føroysku politisku ungmannafeløgini.
Helle Thorning-Schmidt, maður hennara Stephen Kinnock, Kaj Leo Holm Johannesen og fylgið vórðu móttikin av Sigurði í Jákupsstovu, rektara saman við leiðsluni á Setrinum. Eftir at rektarin hevði boðið vælkomin og løgmaður hevði presenterað danska forsætisráðharran, tók Helle Thorning-Schmidt orðið. Hon helt eina innleiðandi røðu fyri teimum møttu, og síðani tók Beinta Løwe jacobsen yvir sum orðstýrari og leiddi spurnarumfarið.
Stórur áhugi var millum tey lesandi at spyrja forsætisráðharran. Fleiri spurningar vóru um ósemjuna millum ES og Føroyar og um eitt møguligt ES boykott. Forsætisráðharrin fekk tó eisini fleiri spurningar um útbúgving. Eisini varð forsætisráðharrin spurd, um hví donsk lesandi vita so lítið um Føroyar og føroysk viðurskifti.
At enda takkaði rektarin fyri og Malan Marnersdóttir, dekanur handaði forsætisráðharranum gávu frá Setrinum.
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...