Henrietta ígjøgnum nálareygað við Bárði Oskarssyni, Edvardi Fuglø og øðrum
Henrietta Arge Jacobsen helt í dag fyrilestur, ið var seinasta fetið til at fáa heitið MA í føroyskum máli og bókmentum
Henrietta Arge Jacobsen hevur skrivað góðkenda ritgerð við heitinum ”Føroyska myndabókin til børn. Ein bókmentasøgulig viðgerð”. Sambært reglunum á Føroyamálsdeildini, so var eftir at halda fyrilestur um bundið evni, ið skal svarast eftir einari viku.
Loftsstovan var – sum vanligt er – karmur um masterfyrilesturin, ið bar heitið ’Trupul og tung evni í myndabókini fyri børn. Eitt norðurlendskt rák eftir 2000’. Fyrilesturin snúði seg um, hvussu trupul evni – eitt nú deyði og hjúnaskilnaður – verða miðlað til børn í teksti og myndum.
Dømi vórðu tikin úr myndabókum eftir Bárð Oskarsson og Edward Fuglø, og eisini úr bókum eftir minni kendum útlendskar høvundar. Eisini varð komið inn á, at viðkvomu evnini eisini hava týdning fyri, hvussu bøkur av hesum slag verða móttiknar, t.d. av vaksnum.
Henrietta legði fram stillisliga og eisini sannførandi. Tað helt metingarnevndin eisini, eftir at hon hevði verið burturfrá og umrátt seg. Í nevndini sótu – umframt Turið Sigurðardóttir, ið hevur verið vegleiðari Henriettu – Tóta Árnadóttir og Jógvan í Lon Jacobsen.
Við góðkendum fyrilestri fekk Henrietta Arge Jacobsen tey tvey lestrarstigini, ið eru tað klípið, sum er neyðugt til tess at MA-varðin er liðugt laðagur.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...