forsíða kas (002).jpg
Brynhild Thomsen
10.03.2022
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Her er nýggja frágreiðingin

Seinnapartin varð nýggj frágreiðing løgd fram um hugburðin hjá føroyingum til ymisk uttanríkis- og trygdarpolitisk mál

• Hvar hoyra Føroyar heima í altjóða politikki?

• Í hvønn mun skulu vit vera uttanveltað, tá stórveldini bresta saman?

• Var tað rætt at venda kinesiska telerisanum, Huawei, bakið?

• Skulu vit siga ja ella nei til ein radara á Sornfelli?

• Skulu vit framhaldandi drepa grind og springara hóast altjóða trýst?

• Skulu vit loysa frá Danmark?

• Skulu vit gerast partur av ES?

• Hvørjar eru tær størstu hóttanirnar, sum heimurin stendur fyri?

• Og hvussu nógvar sendistovur skulu Føroyar hava?

Hetta eru nakrir av spurningunum í umfatandi kanning, sum Søgu- og samfelagsdeildin á Setrinum gjørdi í november og desember í 2021.

Kanningin varð løgd fram á almennum tiltaki á Søgu- og samfelagsdeildini seinnapartin í dag, og nú er frágreiðingin eisini tøk her.

Heilt fitt av fólki vildi hoyra, hvat føroyingar halda um NATO, Russland, ES og alt møguligt annað, sum Heini í Skorini hevur spurt 800 fólk um

Heini í Skorini, lektari á Søgu- og samfelagsdeildini, hevur havt ábyrgd av verkætlanini, og greiningarfyritøkan Lóður hevur savnað saman data.

Týski felagsskapurin Konrad Adenauer Stiftung hevur fíggjað verkætlanina.