Her eru valevnini til valið av lesandi í stýrið
Einaferð um árið verður skipað fyri vali av umboð og varaumboð fyri lesandi í stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya. Í ár verður valið skipað í døgunum 21.-23. november 2016. Her eru valevnini.
Nú nærkast valið av lesandi í stýrið í stórum. Einans virkin lesandi, sum lesa fulla tíð, hava valrætt. Mánamorgunin fáa tey teldupost frá elektronisku valskipanini “ElectionBuddy”, har nærri verður greitt frá, hvussu tey velja.
Í teldupostinum verður eitt leinki til elektronisku valskipanina, har til ber at velja millum valevnini. Atgongd er til valskipanina í tíðarskeiðnum frá 21. november kl. 10.00 til 23. november kl. 23.55.
Her eru valevnini, sum hava bjóðað seg fram sum umboð fyri tey lesandi í stýrinum:
Silja Aldudóttir
"Eg eiti Silja Aldudóttir og eri 24 ára gomul. Eg havi lisið B.A. í føroyskum og eri nú í holt við fyrsta árið á M.A.
Meginpartin av míni lestrartíð havi eg arbeitt fyri at skapa trivnað hjá teimum lesandi á míni egnu deild og tvørtur um deildirnar á Setrinum.
Mínar royndir eru, at eg havi verið studentavegleiðari og limur í lestrarráðnum á FMD, síðan tað varð sett. Harumframt havi eg frá lestrarbyrjan í ár verið mentor fyri nýggj lesandi, og eg eri eisini í Ráði teirra lesandi. Við hesum royndunum havi eg fingið eitt gott innlit í nógv virksemi á Setrinum.
Eg stilli upp, tí eg vil arbeiða fyri at tryggja okkum lesandi góðar lestrarumstøður nú og í framtíðini. Setrið veksur og útbúgvingarnar gerast fleiri og fleiri. Tað er sera positivt, men tað er eisini ein stór avbjóðing at tryggja, at góð arbeiðskor fylgja við. Trivnaður hjá lesandi og starvsfólki kemur í fyrstu røð."
Emil Hermansen
"Mítt navn er Emil Hermansen, og eg havi lisið sosialvísindi og samfelagsplanlegging. Eg lesi nú MA í løgfrøði á SSD.
Mítt ynski er at taka sæti í stýrinum fyri Fróðskaparsetrið. Leiðslan, rektarin, fyrisitingin á setrinum kunnu einans stýra innan teir karmar, ið stýrið setur út í kortið, og tí er umráðandi at lesandi eiga eitt umboð at tala teirra søk.
Økt virksemi á Setrinum er gott, men játtanin fylgir ikki altíð við. Hetta eigur setrið at varpa ljós á yvirfyri myndugleikunum, tí tað rakar okkum øll. Tørvurin á betraðum kørmum talar fyri seg, og eitt samlað kampus má verða málið, ið kann samla okkum lesandi tættari at hvørjum øðrum í allar mátar.
Eg meti tað verða av týdningi, at vit styðja tað góða arbeiðið, ið lesandi fremja við millum annað Ráð teirra lesandi. Eg havi drúgvar arbeiðsroyndir og royndir við ráðs- og nevndararbeiði. Men eg ynski mest av øllum at tryggja tær sum lesandi ávirkan."
Gunnar Sjúrðarson Knudsen
"Eg eiti Gunnar Sjúrðarson Knudsen, og lesi KT-verkfrøði á triðja árið. Umframt at lesa, arbeiði eg á H&G á Tryggingarfelag Føroyar.
Eg eri sera ágrýtin og royni altíð at flyta egin mørk og leita eftir nýggjum og stórum avbjóðingum. Í frítíðini eri eg virkin í ítróttarskjóting og siti í nevndini í Byrsumúla. Eisini var eg partur av toyminum, ið hevur skrivað undirvísingartilfarið til vápnatrygdarskeiðið, ið eg undirvísi í nú.
Fróðskaparsetur Føroya er ein ógvuliga týðandi partur av føroyska samfelagnum, ið stendur í vøkstri. Eingin ger kortini nakað einsamallur; tí er neyðugt við góðum samstarvi millum tey lesandi og stýrið. Verið eg valdur inn, fari eg at stremba fyri at økja um hetta samskiftið, ið einans kann vera við til framhaldandi at menna Fróðskaparsetrið.
Einans í felag megna vit at lyfta stórar og krevjandi uppgávur. Um tú hevur álit á mær, so vinarliga vel meg sum títt umboð til stýrið."
Tór Marni Weihe
"Hey! Eg eiti Tór Marni Weihe og eri 22 ár. Eg lesi BA í politikki og umsiting á søgu- og samfelagsdeildini á øðrum ári. Eg eri eisini kassameistari í Føroyanevndini hjá MFS og formaður í Vága Tjóðveldisfelag.
Míni trý hjartamál til stýrisvalið eru, at vit fáa eitt tíðarhóskandi, samansjóðað og lurtandi Setur.
1. TÍÐARHÓSKANDI SETUR
Farast skal undir at skipa soleiðis fyri, at lektiónir verða bandaðar og evt. stroymdar, soleiðis at illveður og annað ikki forðar fyri, at ein fær nakað burturúr undirvísingini. FirstClass verður pensiónerað og farið verður undir at finna eina meiri tíðarhóskandi loysn viðvíkjandi innanhýsis samskifti á Setrinum.
2. SAMANSJÓÐAÐ SETUR
Setrið skal kennast sum eitt setur – ikki fleiri smá. Skipast skal fyri árligum Setursdøgum, har allar deildirnar í felag verða samansjóðar. Fríggjadagsbarrin skal styrkjast og mennast sum konsept.
3. LURTANDI SETUR
Tey lesandi skulu fáa høvi at koma við uppskotum til framtíðarætlanirnar hjá Setrinum. Árligur felagsfundur verður settur av til hetta. Stórar avgerðir skulu sjálvandi takast í felag við tey lesandi. "
Bárður Clementsen
"Eg eri 1. árslesandi í B.A Politikki og umsiting á Søgu- og samfelagsdeildini. Eg havi arbeitt við administratión/verkætlanarleiðslu í fýra-fimm ár, serliga í sambandi við freelancing, KT og samkiftisarbeiði/ráðgeving.
Eg eri eisini íðin MFS'ari og eri ikki nýggjur á vøllinum, ið eitur at arbeiða fyri tey lesandi.
Eg stilli upp fyri at stimbra um umboðið hjá teimum lesandi, og vegna mínum eldhuga at vera partur av arbeiðinum, ið nevndin ger.
Eftir mínari sannføring er størsta avbjóðingin hjá setrinum lestrarumstøðurnar, serliga í sambandi við høli."
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...