26.11.2014
Altjóða Skrivstovan
Skriva út

Hevur tú ætlanir um at lesa í Stóra Bretlandi í 2015?

8. desember kl. 19 verður vegleiðing um UCAS-umsóknarbløð 2015 á Føroya Handilsskúla í Havn.


Altjóða Skrivstovan við Setrið skipar fyri kunning og vegleiðing í at fylla UCAS-oyðubløð fyri 2015 út.

Tiltakið verður á Føroya Handilsskúla í Havn mánadagin 8. desember 2014 kl. 19.

Um tú hevur egna farteldu við, ber til at skráseta teg og fylgja við í tíni egnu umsókn undir kunningini.

Les meiri á ucas.com

Vegleiðing til Personal Statement er at finna her.

Okkara UCAS-vegleiðing er at finna her.

Um tú hevur fleiri spurningar, kanst tú venda tær til okkara her.