Hevur tú hug at taka eina lestrarhálvu í India, Vjetnam, Argentina, Nikaragua ella Gana?
06.01.2014
Altjóða Skrivstovan
Skriva út

Hevur tú hug at taka eina lestrarhálvu í India, Vjetnam, Argentina, Nikaragua ella Gana?

So kom á kunningarfund um Kulturstudier á Altjóða skrivstovuni mikudagin tann 8. januar, kl. 16.00-18.00, J.C. Svabos gøtu 14, Tórshavn


Ígjøgnum eitt lestraruppihald við Kulturstudium fært tú sum lesandi møguleika at fara í dýpdina við einum akademiskum evni, samstundis sum tú fært eina ógloymandi uppliving, har tú lærir eina øðrvísi mentan at kenna.

Kulturstudier hevur lestrardeplar í ávikavist Argentina, Gana, India, Nikaragua og Vjetnam. Á hvørjum lestrardepli hevur Kulturstudier starvsfólk, sum leggja doyðin á fyri at tryggja eitt áhugavert, stuttligt og námsfrøðisliga gevandi lestraruppilhald.

Lærugreinarnar, sum Kulturstudier bjóðar, fevna millum annað um: Corporate Social Responsibility, Spanskt og Spanskt-amerikanskar bókmentir, Altjóða umhvørvisfyrisiting, Menning, frið og ósemjur, Antropologi og Religión, Margmentaða námsfrøði og Latínamerikanskan lesnað.

Mikudagin tann 8. januar kl. 16.00 fær Altjóða skrivstovan vitjan av Anniku Mouritsen, sum fer at greiða frá sínum upplivingum, tá ið hon var í Argentina við Kulturstudier og las Corporate Social Responsibility. Eisini fer Elisabeth Skarðhamar Olsen, sum arbeiðir sum seminarleiðari á útbúgvingini Altjóða umhvørvisfyrisiting í Gana, at greiða frá teimum ymsu lærugreinunum, sum Kulturstudier bjóðar út. Elisabeth fer eisini saman við Holger Arnbjerg at svara spurningum, um hvussu føroysk lesandi bera seg at reint praktiskt, tá ið tey skulu søkja um pláss, studning, o.s.fr.

Vilja tit vita meira um Kulturstudier, so ber til at vitja heimasíðuna: http://www.kulturstudier.com/