Skriva út
Hildigunn Steinhólm Højgaard sett sum námslektari í sjúkrarøktarfrøði
Hildigunn, sum hevur royndir frá undirvísing á deildini, er sett sum námslektari á Sjúkrarøktarfrøðideildini
Hildigunn Steinhólm Højgaard sett sum námslektari í sjúkrarøktarfrøði
Hildigunn er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og jarðamóður, áðrenn hon í 2007 tók masterútbúgving í fólkaheilsu. Eftir lokna masterútbúgving hevur Hildigunn tikið m.a. ymisk ph.d. skeið.
Hildigunn hevur síðan 2012 luttikið í undirvísing á Sjúkrarøktarfrøðideildini, m.a. í tíðaravmarkaðum starvsetanum. Frammanundan hevur hon m.a. starvsroyndir sum jarðamóður í Danmark, Noregi og Cameroon. Eisini hevur hon starvsroyndir sum granskingarhjálpari á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu í Tórshavn.
Hildigunn Steinhólm Højgaard byrjaði sum námslektari í sjúkrarøktarfrøði tann 22. august 2016.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...