Hilmar Simonsen settur sum vísindaligur hjálparmaður í KT-verkfrøði
Hilmar skal eitt nú vera við til at styrkja fjarlestrarpartin á KT-útbúgvingini
Hilmar Simonsen er settur í starv í 1 ár sum vísindaligur hjálparmaður á Náttúruvísindadeildini í KT-verkfrøði frá til 1. oktober 2016 at rokna.
Hilmar hevur masterútbúgving í jarðalisfrøði/jarðfrøði og ph.d. útbúgving í leitingarjarðalisfrøði. Hann hevur m.a. starvast innan oljuvinnuna sum “Processing Geophysicist” hjá felagnum ION GX Technology, Australia.
Í starvinum fer Hilmar at verða við til at stuðla í útbúgvingarvirkseminum í KT-verkfrøði. Hetta fevnir m.a. um at vera ábyrgdarlærari fyri ávís skeið og fyri ávísar bachelorverkætlanir. Tað ber eitt nú í sær samskifti og planlegging við leysalærarar til skeið og verkætlanir, samskifti við lesandi um ymiskar lestrarspurningar, samskifti við Mittuniversitetet og tey lesandi um fjarlestur og at vera lokalur stuðul hjá lesandi í fjarlestrarskeiðum.
Ein munandi partur av KT-verkfrøðiútbúgvingini fer fram við fjarlestri í samstarvi við Mittuniversitetet í Svøríki.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...