Hjálp, eg skal skriva uppgávu!!!
12.02.2014
Føroyamálsdeildin Námsvísindadeildin Søgu- og samfelagsdeildin Náttúruvísindadeildin Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Hjálp, eg skal skriva uppgávu!!!

Skeið í akademiskari uppgávuskriving


–    Hvussu komi eg í gongd?
–    Hvussu geri eg ein hóskandi spurdóm?
–    Hvussu skal eg brúka bókmentirnar?
–    Hvussu byggi eg uppgávuna upp?
–    Hvat er próvførsla?
–    Hvussu sleppi eg burtur úr uppgávuni?

Skeið í akademiskari uppgávuskriving. Skeiðið er eitt tilboð til lesandi á Fróðskaparsetrinum og gevur ikki ECTS.


Tilmelding: bjorgj(at)setur.fo til og við 17. februar. Fyrireiking er ikki neyðug.


Undirvísarar: Bjørg Jacobsen og Heini Reinert

Skrá:

Týsdagur 18. februar: Kom í gongd - spurdómur
Týsdagur 25. februar: Skriviprosess og strukturering
Týsdagur 04. mars: Hvat er gyldug próvførsla?
Týsdagur 11. mars: Hvussu prógva vit gyldugheit?
Týsdagur 18. mars: Formalia
 
Undirvíst verður kl. kl. 14-16 allar dagar.

Høli: Aulan á Námsvísindadeildini, á Frælsinum 20.



Skeiðið er m.a. grundað á bókina Den gode opgave eftir Lotte Rienecker og Peter S. Jørgensen.


Nærri upplýsingar: Bjørg Jacobsen ella Heini Reinert