Hjánám í støddfrøði er kærkomið
23.06.2016
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Hjánám í støddfrøði er kærkomið

Tað sigur Herleif Hammer, rektari, ið eisini vísir á, at broytingar í miðnámsútbúgvingunum eisini hava havt við sær ein tørv á øðrum hjánámum


Fróðskaparsetrið fer í heyst undir hjánám í støddfrøði. Hetta er nám uppá 120 ECTS (tvey ársverk), ið verður boðið út sum parttíðarlestur. Herleif Hammer, rektari á Glasir Hoydalar, fegnast um avgerðina.

– Vit hava undirvísarar, ið vanta okkurt øki innan støddfrøðina í teirra útbúgving, fyri at teir kunnu fáa formliga førleikan at undirvísa í støddfrøði. Summir av teimum eru settir í fast starv við teirri treyt, at teir skuldu fáa sær hendan førleikan. Nú er avgerð tikin um, at hetta skal alt fáast í rættlag. Tískil kemur útboðið av hjánámi í støddfrøði væl við hjá okkum, sum hava ábyrgdina av miðnámsskúlunum, og ikki minni hjá undirvísarunum, sigur Herleif Hammer.

Rektarin sigur eisini, at tað eisini eru lærarar, sum ikki undirvísa í støddfrøði í dag, men sum kundu hugsað sær eitt fak aftrat. Hetta hevur partvís samband við broytingina í miðnámsskúlaskipanini.

– Týskt og danskt eru at kalla burtur í skipanini, og tí hava lærarar í hesum fakum mist tímar. Hava teir so harumframt útbúgving í einum faki, har ongar skrivligar uppgávur eru, so noyðast teir hava nógv fleiri undirvísingartímar fyri at hava fult tímatal, vísir Herleif Hammer á.

Hesar broytingar hava við sær, at tað er íkomin ein tørvur á hjánámum millum miðnámsskúlalærarar. Í hesum sambandi eru eisini hjánámini á Setrinum í søgu, samfelagsfrøði og føroyskum viðkomandi.

Kunning og umsóknarblað til hjánám í støddfrøði finst her