29.01.2013
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Hjartað á deildini

Eileen Vang, deildarskrivari farin frá fyri aldur.


23. januar var móttøka  á Søgu- og Samfelagsdeildini fyri Eileen Vang, deildarskrivara.  Eileen hevur starvast á deildini í hálvt tígginda ár, nú hon legði frá sær fyri aldur. Nógv fólk vóru møtt at heilsa upp á Eileen og mannin Paula. Dekanurin Malan Marnersdóttir bjóðaði  vælkomin. Deildarleiðarin Hans Andrias Sølvará helt eina sanna fagnaðarrøðu fyri Eileen. Hon hevur verið deildarskrivari í eini sera turbulentari  tíð, bæði tá deildin næstan var niðurløgd, og tá hon aftur sum ein annar fuglur  Føniks fleyg upp úr aftur øskuni og kom at fáa so nógvar studentar, sum ongantíð fyrr. Hon hevur hetta tíðarskeiðið ikki bert verið krumtappurin, men eisini sjálvt tað heita hjartað á deildini, sum altíð hevur havt fingurin á pulsinum.  Sama segði umboði fyri studentarnar  Hallur av  Rana í røðu sínari. Han takkaði Eileeni fyri alt tað hon hevði verið fyri studentarnar.  Fleiri teirra høvdu við hann borið upp á mál og spurt, hvønn teir nú skuldu venda sær til og spyrja,  um teir høvdu onkran trupulleika at loysa, nú Eileen fór. Studentarnir, eins og deildarfólkið, handaði Eileen gávu.

Eileen helt fyri, tá hon takkaði fyri seg, at eingin vandi var á ferð hjá studentunum, tí hon hevði sett nýggja deildarskrivaran Sigrid Joensen væl og virðiliga inn í øll viðurskifti, so hon visti, hvussu hon skuldi taka við har hon slapp. Jóan Pauli Joensen, fyrrverandi rektari setursins bar eisini fram takkarorð til Eileen og takkaði henni fyri gott samstarv og vísti á tann stóra leiklut sum deildarskrivarin hevur á einum institutti ella eini deild, serliga ein deildarskrivari, sum Eileen, ið ongandíð hevur verið rædd fyri at siga sína hugsan. Øll vita hvar tey hava Eileen.

Aftaná varð boðið til ein drekkamunn. Av eini ella aðrari orsøk komu kakur og kaffi fyrst inn á borðið og so suschi og okkurt at drekka afturvið aftaná. Tá kundi ein av studentunum ikki bara sær og segði: Hygg, sama dag sum Eileen fer úr starvi og ikki longur hevur ábyrgdina er galið; Kaffi fyrst og so suschi omaná.  Eileen kemur at verða saknað nógv á deildini, men hon kemu kortini at vitja aftur av og á sum próvtøkuvakt.