Hjartaliga til lukku vit øll somul!
Marianna Heinesen helt røðu fyri floksfeløgum sínum í sambandi við próvhandan í Norðurlandahúsinum 27. juni.
Eg havi fingið tann heiðurin at siga nøkur orð fyri okkum námsfrøðingar, nú vit eru saman fyri seinastu ferð!
At lesa til námsfrøðing var ikki nakað ið eg droymdi um, sum barn. Men tann dreymurin bleiv meiri og meiri átroðkandi, samstundis sum barnaflokkurin hjá mær vaks og vaks.
Tað heila byrjaði við vísindaástøði! Ontologi, epistemologi og metodologi….. ohhh my god!!!! Hvat hevur hetta við námsfrøði at gera, spurdi eg mangan meg sjálva????
Síðani komu vit til: Lívsáskoðan og siðalæra….. Røtur í kristnari trúgv, stríðið millum kirkju og stat, læran um Konstantin í ár 312….. Eg fekk reyðar prikkar av hesum!! Altso, hallówww: vit lesa til peda-gog! og ikki reli-gión!!
Men so brast fyri nevið! Fak oman á fak komu rullandi inn:
Barna og ungdómsmentan, Skapandi læra, Samskifti, Sálarfrøði og námsfrøði, Sernámsfrøði og Menniskja, stovnur og samfelag! Øll fak, ið bæði vóru spennandi, lærurík, hugkveikjandi og relevant fyri okkara útbúgving, sum komandi námsfrøðingar!!! Altso, hetta var ein fantastisk tíð! og aftan á hesi fakini, komu so linjurnar har vit kundu velja m.a.: Heilsa, kroppur og rørsla, Pedagogisk leiðsla, Sernámsfrøði, Innskúling, Smábarnapedagogikk……… You Name It! Hesi fýra árini flugu avstað við fullari ferð!!
Men alt fær ein enda og eisini hesi 4 árini….(ella 5 ella 6)
Eg haldi ikki, at vit kunnu vera betri ílatin, sum framtíðar námsfrøðingar- og tí kunnu vit ikki lata vera við at smílast í dag! Tí henda dagin hava VIT uppiborið! Aftan á ótalligar bøkur, uppgávur, synopsur, og framløgur, og ikki at gloyma stóru B.ed. verkætlanina, haldi eg, at vit ikki annað enn kunnu vera Nøgd og Stolt og Mega glað, at vit ENDILIGA standa her í dag
Eg vil enda hesa lítlu heilsan frá okkum, við orðunum, ið ofta verða nýtt í samband við skúlar:
Møtast og skiljast er lívið her
Skiljast og møtast tann vónin ber
Nú hvør fer til sín og her siga vit farvæl
Ynskja Harrin tykkum signa skal…
Enn einaferð vit øll: hjartaliga til lukku, námsfrøðingarnir - sjúkrarøktarfrøðingarnir - søgu- og samfelagslesandi og lærararnir, vónandi ganga vit øll ímóti eini bjartari framtíð!
Takk fyri!
Marianna Heinesen
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...