Hørð eykavenjing loysir seg
– Eg kenni meg aftur í teimum niðurstøðum, sum Magni Mohr og Elisabeth Purkhús eru komin til í teirra kanning, sigur Rakul Biskopstø, flogbóltsleikari
– Tað var sera hart í byrjanini, men eykavenjingarnar gjørdu øgiliga stóran mun!
Tað sigur Rakul Biskopstø, sum dagliga gongur á 3. ári í studentaskúlanum í Kambsdali og spælir flogbólt við Mjølni í frítíðini.
Fyri góðum ári síðani var 20 ára gamli flogbóltsspælarin við í einari kanning, sum Magni Mohr og Elisabeth Purkhús stóðu fyri. Kanningin varð gjørd í Føroyum í samstarvi við føroysk flogbóltsfeløg. Endamálið við kanningini var at kanna eftir, um intensiv eykavenjing – í sambandi við og afturat regluligu venjingunum – økir um kropsligu evnini at avrika.
Kanningarúrslit í vísindagrein
Grundað á kanningina hava Magni Mohr, lektari á Fróðskaparsetri Føroya, og Elisabeth Purkhús skrivað vísindaliga grein, sum er prentað í amerikanska tíðarritinum Journal of Strenght and Conditioning Research. Greinin hevur heitið “High Intensity Training Improves Exercise Performance In Elite Women Volleyball Players During A Competitive Season”.
Elisabeth Purkhús, sum sjálv spælir flogbólt í bestu donsku deildini, er lesur human-fysiologi á Københavns Universitet, har hon eisini starvast sum hjálparlærari.
Í kanningini framdi ein royndarbólkur av kvinnuligum føroyskum flogbóltsleikarum úr bestu deildini skjótleika-treystisvenjing (Speed Endurance Training, sum er: 6-10 ferðir 30 sekund all-out renning við 3 minutta hvíld í millum) tríggjar ferðir um vikuna í 4 vikur afturat tí vanligu venjingini í felagnum. Hetta var gjørt ímeðan føroyska kappingin var í gongd. Ein eftirlitsbólkur framdi bert vanligu venjingina.
Hørð eykavenjing munar væl
Royndarbólkurin hevði eina framgongd upp á 13-18% í evnunum at fremja hart intervalarbeiði, eina framgongd upp á 4% í skjótleika og 2% betri eksplosivitet (agility), og hevði størri framgongd í mun til kontrolbólkin, sum bara fylgdi vanligu liðvenjingini.
Kanningin vísir, at uppraðfesting av intensari venjing í kappingartíðarskeiðinum økir munandi um kropsligu avrikini hjá kvinnuligum flogbóltsleikarum, og gevur flogbóltsvenjarum vitan sum eisini kann gagnnýtast í fyrireiking til altjóðakappingar.
Rakul Biskopstø sigur, at fyrstu vikuna gjørdu tey 6 all-out venjingar, 8 tær báðar næstu vikurnar, og 10 ta seinastu vikuna.
– Fyrstu vikuna var tað ótrúliga strævið, vit vóru fyrilagstar, sigur Rakul Biskopstø.
Tað eru ikki bara tølini, sum vísa munin. Rakul greiðir frá, at hon eisini upplivdi munin.
Upplivdi stóran mun
– At gera 8 og tíggju all-out umfør var eisini strævið, men tað kendist ikki so strævið. Og eg var eisini væl fyri hetta tíðarskeiðið, so eg kenni meg aftur í teimum niðurstøðum, sum kanningin kemur til, sigur Rakul Biskopstø.
Rakul Biskopstø hevur spælt fýra ár við Fleyr og fýra ár við Mjølni, har hon er nú.
– Eg ætli mær avgjørt at halda fram við at spæla flogbólt. Mínar ambitiónir eru at gerast ein betri flogbóltsleikari og eg ætli mær at stríðast fyri at sleppa á A-landsliðið í næstu framtíð, sigur Rakul Biskopstø at enda.
Gagnar ikki bara teimum bestu
Spurningurin er so, um eisini onnur enn úrvalsítróttarfólk kunnu hava gagn av at gera slíkar venjingar, har man kýtir at seg at markinum nakrar ferðir í t.d. 30 sekund. Magni Mohr svarar játtandi:
– Vit hava fleiri kanningar har motionistar vísa munandi størri framgongd í heilsuparametrum eftir líknandi venjing. Eitt dømi er føroyska SOS-kanningin, ið vísti, at svimjing 6x30 sekund all-out gevur betri sukurjavna, betri feittbrenning og betri sukurbrenning enn ein tími við lágari ferð.
Stuttur samandráttur av greinini kann lesast her
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...