FMD
25.05.2010
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Hogganvik-rúnasteinurin

Fríggjadagin 28. mai kl. 11.00 heldur Michael Schulte fyrilestur á Føroyamálsdeildini um Hogganvik-rúnasteinin í Mandal í Noregi.




Michael Schulte er professari í norðurlendskari málfrøði við Háskúlan í Volde í Noregi, har hann undirvísir og granskar í ymsum málvísindaligum evnum.


Gransking hansara umfatar í høvuðsheitum rúnafrøði og skrift-, søgu- og samfelagsmálvísindi.

Hann hevur skrivað fleiri vísindaligar greinar í altjóða tíðarritum og er knýttur at fleiri verkætlanum innanlands og altjóða.

Hogganvik-rúnasteinurin varð funnin nær við garðin Hogganvik í Mandal í Noregi seinasta heyst, og royndir hava verið gjørdar at týða hann.


Fyrilesturin er fyrst og fremst ætlaður lærarum og studentum, men øll eru vælkomin.

Lesið meira á blogginum hjá fornfrøðinginum á staðnum: