Setur.Starvsfolk.2011-42.jpg
Anna Katrin Matras
22.12.2018
Skriva út

Holger Arnbjerg fer frá

Í summar fór Holger um tey 67 árini og hevur hann nú valt sína pensjonisttilveru til.

Um ársskiftið fer Holger Arnbjerg, leiðari á Altjóða Skrivstovuni á Fróðskaparsetri Føroya, úr starvi. Í hesum sambandi verður skipað fyri almennari móttøku í Kantinuni á Námsvísindadeildini, Frælsinum 20, fríggjadagin 4. januar frá kl. 15.

Holger flutti í 1988 til Føroya at búgva saman við konuni Sonju Klein presti og báðum børnunum. Tey bæði hittust í lestrartíðini í Keypmannahavn og búðu fyrstu árini har.

Av útbúgving er Holger cand. mag. frá Københavns Universitet í fakunum samfelagsvísindi og ítrótti. Seinni hevur hann fyrst tikið vinnulívsbúskap og aftan á tað diplomútbúgving í karrieruvegleiðing á Fróðskaparsetrinum.

Áðrenn Holger flutti til Føroya var hann háskúlalærari í Haslev árini frá 1975 til 1988. Í Føroyum byrjaði hann í einum samansettum starvi millum Studentaskúlan í Hoydølum og Føroya Handilsskúla árini fram til 1991. Eftir hetta varð hann í føstum starvi í Hoydølum, har hann eisini tók sær av lestrarvegleiðing, hetta fram til ár 2000.

Tá avgerð varð tikin um at seta á stovn Altjóða Skrivstovu undir Mentamálaráðnum, var Holger settur sum leiðari. Í 2010 varð Altjóða Skrivstovan løgd inn undir Fróðskaparsetur Føroya og Holger hevur øll árini virkað sum leiðari fyri hesa.

Øll, sum kenna Holger, vita, at hann enn hevur orku og vilja til sítt virki og tað fer familjan eisini at fáa gleði av nú hann leggur frá sær. Bæði kona, børn og abbabørn.

Í 2019 byrjar eisini eitt nýtt skeið fyri upprunaligu Altjóða Skrivstovuna, sum hevur til endamáls at vegleiða innan útbúgvingarmøguleikar uttanlands og í Føroyum. Avgerð er tikin politiskt um at flyta hesa útbúgvingarvegleiðing til Studna, sum er partur av Mentamálaráðnum. Har verður nú settur ein nýggjur útbúgvingarvegleiðari í starv. Á Fróðskaparsetrinum verður tó eisini ein Altjóða Skrivstova, skipað soleiðis, sum øll altjóða universitet hava tað.

Vit ynskja Holgari allarbestu eydnu og takka fyri stóra arbeiðið hann leggur eftir seg.

Og vit minna aftur á, at skipað verður fyri almennari móttøku fyri Holgeri í Kantinuni á Námsvísindadeildini, Frælsinum 20, fríggjadagin 4. januar frá kl. 15.

Fróðskaparsetur Føroya