Hóraldur pensioneraður
Í síðstu viku var ein lítil hátíðarløta á Náttúruvísindadeildini í sambandi við, at Hóraldur Joensen gevst at arbeiða á Setrinum, nú hann er vorðin 67 ára gamal.
Hóraldur er útbúgvin kemikari og byrjaði at arbeiða á Náttúruvísindadeildini í 2008.
Hesi 14 árini, sum Hóraldur hevur starvast sum lektari á Setrinum, hevur hann undirvíst í evnafrøði og hevur eisini havt ábyrgdina av fakunum "Aling" og "Fróðskaparhegni".
Árini 2007 til september 2017 var Hóraldur útbúgvingarleiðari fyri lívfrøðisútbúgvingini á Setrinum.
Áðrenn Hóraldur varð settur í starv á Náttúruvísindadeildini, var hann leiðari fyri granskingarkjarnanum fyri biotøkni, sum seinastu árini helt til á Náttúruvísindadeildini.
Vit takka Hóraldi fyri sítt íkast og ynskja honum góðan byr í komandi tíðum.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...