Hugleiðingar um hølir
Arbeiðsbólkurin, ið fyrireikar eina framtíðarætlan um hølisviðurviðurskifti á Setrinum, bjóðar nú til kunningarfund um hølir og lestrarumhvørvi
Í vetur setti landsstýriskvinnan í mentamálum ein arbeiðsbólk at fyrireika eina framtíðarætlan um hølisviðurskiftini á Fróðskaparsetri Føroya.
Hetta er ein rættiliga týðandi spurningur, ið snýr seg um meira enn bara fermetrar. “I never teach my pupils”, skal Albert Einstein hava sagt, “I only provide the the conditions in which they can learn”. Spurningurin snýr seg um arbeiðsumstøður hjá starvsfólkum eins og um eitt lestrarumhvørvi, ið kann betra um undirvísingar- og lestrarumstøðurnar.
Fullgóðar umstøður kunnu eisini draga studentar til sín og virka savnandi, og tað er ikki minst umráðandi í teirri kapping, sum Setrið er í við lærustovnar uttanlands, tá ið um tilgongd av studentum ræður.
Sum liður í arbeiðinum hjá bólkinum verður skipað fyri einum kunningarfundi fríggjadagin 15. apríl kl. 14 – 16. Kunningarfundurin verður í Auluni á Námsvísindadeildini, á Frælsinum 20.
Rigmor Dam, landsstýriskvinna, bjóðar vælkomin. Sigurð í Jákupsstovu fer at leggja fram undir heitinum ‘Fróðskaparsetur Føroya – status og visjón’. Arbeiðsbólkurin hevur heitt á tríggjar leiðandi serfrøðingar um at leggja fram, so høvi verður millum annað at hoyra um, hvussu lestrarumhvørvi, lestrarvirksemi og karmar kunnu skipast í framtíðini. Somuleiðis hevur bólkurin heitt á Ráð teirra lesandi um at siga sína hugsan.
Tiltakið er alment. Øll eru vælkomin.
SKRÁIN
Vælkomin
Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum
Tilgongd, ætlan og atlit
Helene Bekker, arkitektur MAA, Henning Larsens Arkitektar. Leiðari fyri HLA byggiharraráðgeving
Fróðskaparsetur Føroya – status og visjón
Sigurð í Jákupsstovu, rektari
Framtíðarsetur
Turid Christophersen, Ráð teirra lesandi
Framtíðarlestrarvirksemi – lestrarlív, nýggir karmar um læring
Sebastian Horst, cand. scient, MPA. Stovnsleiðari fyri Institut for naturfagenes didaktik, København Universitet. Ritstjóri og samrithøvundur av ritgerðini “Fremtidens undervisingsmiljø på universitetet”
Lestrarumhvørvi – ið stuðlar undir menning og býti av vitan
Inge Mette Kirkeby, arkitektur MAA, ph.d., seniorgranskari SBI/Ålborg Universiteti. Samrithøvundur av ritgerðini “Fremtidens undervisningsmiljø på universitetet”
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...