Hvat er haturstala?
Heini í Skorini skrivað grein í nýggjari bók
Amerikanska forlagið University of Pennsylvania Press hevur júst givið út nýggja bók, sum snýr seg um mannarættindi í muslimska heiminum. Bókin ber heitið ”The Organization of Islamic Cooperation and Human Rights”, har trettan ymiskir høvundar úr øllum heiminum viðgera avbjóðingar við mannarættindum í muslimska heiminum.
Evnini eru m.a. talufrælsi, trúarfrælsi, javnstøða, barnarættindi, flóttafólk, fundamentalisma og menningarhjálp. Bókin er liður í røðini “Pennsylvania Studies in Human Rights”, og ritstjórar eru Turan Kayaoglu, professari á Washington University, og Marie Juul Petersen, granskari á Institut for Menneskerettigheder í Keypmannahavn.
Heini í Skorini, adjunktur á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya, hevur skrivað eitt kapittul í bókini, sum snýr seg um talufrælsi, haturstalu og religiøsan sensur.
Greinin ber heitið “The OIC and Freedom of Expression: Justifying Religious Censorship Norms with Human Rights Language”. Greinin viðger flótandi markið ímillum blasfemi og haturstalu. Og greinin kannar, hvussu ávís lond í muslimska heiminum brúka hugtakið “haturstala” til at útinna religiøsan sensur og undirgrava rættin til at hugsa og samskifta frítt um átrúnaðarlig viðurskifti.
Hóast forboð ímóti haturstalu er staðfest í altjóða lóg og nationalari lóg í flestu londum í vesturheiminum, so kann hugtakið eisini misnýtast til at fremja umfatandi sensur.
Sí fleiri upplýsingar um bókina og ummæli her
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...