Sanna Dahl
30.06.2019
Setrið Føroyamálsdeildin Til lesandi Skriva út
Hvat er tað ímyndaða norður?
Týðingin til føroyskt av grein um hugmyndirnar um norður hjá Daniel Chartier, professara á Universitetinum í Québec, er útkomin. Malan Marnersdóttir hevur týtt og Presses de l’Université du Québec gevur út. Bókin verður at fáa í H. N. Jacobsens bókahandli og Riti og ráki.
Greinin viðger teir etisku spurningarnar, ein má seta sær í granskingini av viðurskiftunum í økinum runt um pólin. Í bókini er greinin prentað á nógvum ymsum málum, umframt á føroyskum og fronskum stendur hon á samiskum, finskum, russiskum, japanskum, enskum og skandinavisku málunum.
Teksturin fæst beinanvegin á fronskum her og á øðrum málum her
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...