Hvat eyðkennir góða námsfrøðiliga leiðslu?
Í næstum verður farið undir eina nýggja granskingarverkætlan á Námsvísindadeildini nevnd “Námsfrøðilig Leiðsla í Dagstovnum” (NLD), ið skal lýsa, hvat eyðkennir góða námsfrøðiliga leiðslu
Í NLD-verkætlanini verður kannað, hvussu dagstovnaleiðarar útinna námsfrøðiliga leiðslu. Verkætlanin fylgir Appreciative Inqiury-hugsanarháttinum, ið fyrst og fremst setur fokus á dagstovnaleiðarar, ið hava væl eydnaðar royndir við námsfrøðiligari leiðslu. Ætlanin er at kanna, hvat virkar hjá hesum leiðarum. Endamálið er at fáa til vega vitan, ið kann brúkast til at hugkveikja aðrar dagstovnaleiðarar, tá ið tað kemur til at styrkja námsfrøðiliga leiðslu.
Til tess at fáa eina so breiða lýsing, sum til ber, verða samrøður gjørdar við bæði leiðararnar og teirra starvsfólk. Úrslitini av hesi lýsing verða hildin upp í móti, hvussu dagstovnaleiðarar í Chicago útinna námsfrøðiliga leiðslu. Í mun til norðurlendsku londini hevur verið meira fokuserað upp á leiðslu og námsfrøðiligu leiðslu í Chicago ígjøgnum eitt longri tíðarskeið.
Verkætlanarleiðari er Jóhannes Miðskarð, ph.d. og adjunktur. Granskingarráðið hevur stuðlað verkætlanini við kr. 87.164 og Tórshavnar Kommuna hevur stuðlað við 40.000 kr.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...