Oyði í skundtímanum.jpg
Tinghúsvegur hósdagin í tí, sum plagdi at vera meldurtíð. Men einki er, sum tað plagar (Foto: Bjørg B. Egholm)
Brynhild Thomsen
30.03.2020
Setrið Náttúruvísindadeildin Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Hvat ger undantaksstøðan við okkum?

Smittuvandi hevur vent alt á ranguna, og serfrøðingar á Setrinum við ymiskum sergreinum hava korona undir sínum luppum

Ein maður um miðjan aldur situr og tosar í telefon við ein gamlan mann. Kanska hetta er pápi hansara.
Teir síggja hvør annan, men annar er úti og hin inni.
Yngri maðurin hevur sett seg á okkurt undir fríum himli í føroyska marskuldanum. Beinini hevur hann strekt upp á ein vindeygakarm. Beint innanfyri situr tann gamli. Gangistativ, serviettar og okkurt antiseptiskt á borðinum benda á, at hann býr á stovni. Teir práta saman og hava eygnakontakt gjøgnum rútin.

Við stiga at vitja mammu
Eitt annað stað í Føroyum hevur ein maður sett ein stiga upp til eitt vindeyga á einum ellisheimi.

Innanfyri liggur elligomul kona í eini song. Hetta er helst mamman. So gomul og viknað tykist hon, at ivasamt man vera, um hon yvirhøvur orkar at tosa í telefon. Men hon sær kanska sonin, sum er komin at vitja seg og nú stendur í stiga uttan fyri kamarsrútin.
Eitt triðja stað situr ein ung familja við børnum á altanini hjá einum eldri pari. Tey eldru sita innanfyri undir teppi og við hvør sínum krússi í hondini, og nú er yngra ættarliðið komið at vitja tey. Men smittuvandi ger, at tey yngru sita dubbað á altanini. Í eini pappeskju hava tey okkurt í eini termokannu, sum tey hita seg við.

Hetta eru myndir av facebook í mars 2020.

- Hetta er ein tíð uttan fyridømi, og eg vil m.a. granska, hvussu fólk hugsa og føla beint nú, sigur Erika Hayfield, lektari

Talgildar jarðarferðir
Eitt annað stað á facebook verður stroymt frá eini jarðarferð.

Myndugleikarnir hava mælt frá, at fleiri enn 10 fólk savnast innandura, og tí stroyma onkrar kirkjur á youtube, meðan privatfólk eisini sjálvi senda gjøgnum facebook, um eingin stroymur annars er. Fólk vilja fylgja sínum kæru, men tey sleppa ikki fyri smittuvandanum, og so er hetta ein máti.
- Eg vil fegin m.a. kanna, hvussu fólk makta hesa umsorganina við tí frástøðu, sum korona-støðan krevur, sigur Erika Hayfield. Hon er lektari í samfelagsvísindum á Setrinum.
Fyri kortum legði hon eitt uppslag á facebook, har hon bað fólk skriva dagbók um sín nýggja gerandisdag.
- Hvørjar tankar og kenslur hava fólk, hvørjar eygleiðingar gera tey, hvussu ávirkar hendan ógvusliga støðan lívið hjá fólki? Hetta vil eg hava fólk í øllum aldursbólkum at skriva eitt sindur um í eina dagbók og kanska taka onkrar myndir eisini, sigur Erika Hayfield, sum beinanvegin fekk fleiri jaligar afturmeldingar.

Kanska ein bók
Ætlanin hjá Eriku Hayfield er at savna dagbøkurnar og greina tær fyri at fanga, hvat tað var, sum hendi, meðan vit vóru í støðuni.
- Hetta er ein tíð uttan fordømi. Øll tilveran er í veruleikanum eitt stórt spurnartekin. Vit plaga at siga, at vit kunnu ikki spáa um framtíðina, men støðufesti gevur okkum kortini eina kenslu av, at vit onkursvegna kortini forma framtíðina. Men nú er støðufestið burtur, og vit eru mestsum í klombrum. Ella tað halda vit, at vit eru, og vit vóna, at vit sleppa burtur úr hesari støðuni. Tað er hendan tíðin, sum eg haldi er týðandi at granska. Seinni fara vit at skriva og grunda um hesa tíðina, men eg vil vita, hvørjar tankar, kenslur og eygleiðingar eru nú, sigur Erika Hayfield.
Hon væntar at tilfarið verður rúgvismikið og fer at taka rúma tíð at greina.
- Eg vænti at kunna brúka hetta til at miðla við styttri greinum, framløgum og kanska eini bók, sigur lektarin í samfelagsvísindum.

Boð eftir serfrøðini

Tað er ikki bara Erika Hayfield á Søgu- og Samfelagsdeildini, sum hevur undantaksstøðuna við koronasmittuni ovast á dagsskránni á Fróðskaparsetrinum.

Heilsukreppan nú hevur eisini stórar búskaparligar avleiðingar, og tær hevur Johnny í Grótinum, námslektari í búskaparfrøði viðgjørt alment. Í Norðlýsinum og Dimmalætting hevur hann grundgivið fyri, hví landsstýrið eigur at veita privata vinnulívinum ein hjálparpakka, nu alt er steðgað upp, so forðast kann fyri, at støðan versnar meira enn neyðugt og endar við svárari búskaparkreppu.
Á Náttúruvísindadeildini hevur Hannes Gislason, professari í KT úr at gera við sínum modelli fyri smittuútbreiðsluna, sum er hansara íkast til myndugleikarnar í royndunum at hava tamarhald á støðuni.

Og so er tað Shahin Gaini, serlækni og adjungeraður lektari í infektiónsmedisini á Setinum, sum allan sólarringin er í stríði móti smittuni, og sum hvør føroyingur er komin at kenna, nú hann í heilum er frammi við nýggjastu vitanini og nýggjastu leiðreglunum. Og á Landssjúkrahúsinum og í eldrarøktini hjálpa tey mongu sjúkrarøktarfrøðislesandi á Setrinum til, nú tørvurin á eyka arbeiðskraft har brádliga vaks so ógvusliga.