Javnstøða.jpg
24.04.2023
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Hvat halda føroyingar um javnstøðu?

Fróðskaparsetrið hevur kannað fólksliga hugburðin í Føroyum til javnstøðumál, og 2. mai klokkan 14 bjóðar Almanna- og mentamálaráðið, Javnstøðunevndin og Demokratia til almenna framløgu av úrslitunum í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn

Almenn framløga verður av nýggjari kanning um javnstøðu, sum Fróðskaparsetrið og Lóður hava gjørt fyri Almanna- og mentamálaráðið, Javnstøðunevndina og Demokratia í sambandi við innsavnan av vitan og hagtølum um javnstøðu í Føroyum.

Talan er um eina hugburðs- og atburðarkanning um javnstøðu í føroyska samfelagnum, sum Erika Anne Hayfield, Herit Albinus og Heini í Skorini, granskarar á Søgu- og samfelagsdeildini, hava gjørt. Og nú frágreiðing er gjørd av kanningini, verða úrslitini løgd alment fram í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn, týsdagin 2. mai klokkan 14.

Vit vita sera lítið um, hvussu føroyingar sum heild fata og uppliva javnstøðu ella vantandi javnstøðu, sum m.a. er fortreyt fyri at kunna fremja javnstøðu sum heild, um tað er eitt endamál. Harumframt eru hagtølini viðkomandi, so vit kunnu samanbera Føroyar við onnur lond, skriva granskararnir m.a. í frágreiðingini, sum varpar nýtt ljós á javnstøðumál í Føroyum.

Millum 700 og 800 føroyingar hava svarað kanningini. Hon er eisini umboðandi, tá talan er kyn, bústað og aldur, og kanningin er tí álítandi og kann siga, hvør hugburður valdar í javnstøðu- og javnrættindarspurningum í Føroyum. Kanningin er gjørd soleiðis, at hon kann endurtakast, umframt samanberast við áður gjørdar kanningar og harvið lýsa støðuna, sum var, og sum kemur.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í javnstøðumálum, sigur, at kanningin gevur landsstýrinum eina greiðari fatan av støðuni og harvið góðar fortreytir, tá javnstøðupolitiskar ætlanir og raðfestingar skulu gerast. Eisini er neyðugt, at vit hava slíka vitan at bera fram í tí samstarvi, sum vit hava uttanlands, m.a. í norðurlendskum høpi.

Skrá:

Kl. 14.00 Vælkomin
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í javnstøðumálum

Kl. 14.15 Hvussu er kanningin gjørd?
Herit Albinus, námslektari á Søgu- og samfelagsdeildini

Kl. 14.30 Framløga: Hvat halda føroyingar um javnstøðu?
Heini í Skorini og Erika Anne Hayfield, lektarar á Søgu- og samfelagsdeildini

Kl. 15:20 Orðaskifti um javnstøðuøkið

Luttakarar:
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna
Erika Anne Hayfield, lektari
Bjørk Maria Kunoy, forkvinna í javnstøðunevndini
Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum
Martin Tvede Zachariasen, rektari á Fróðskaparsetri Føroya

Orðstýrari: Óluva Zachariasen

Kl. 16:00 Liðugt