hjalmarpállpetersen.jpg
Brynhild Thomsen
20.12.2019
Setrið Føroyamálsdeildin
Skriva út

Hví siga summi "beinaveginar"?

Vit hoyra tað øll av og á, ja, kanska vit sjálv eisini siga so, og nú kunnu vit lesa um, hví so er

Í nýggjasta Norsk Lingvistisk Tidskrift er grein um leksikalisering til hjáorð eftir Hjalmar Páll Petersen, professara á Fróðskaparsetrinum.

Í greinini verða orð sum ‘beinavegin(ar), allatíðina, allastanani’ viðgjørd. Víst verður, at talan er um stakorðamyndan, har endaúrslitið er eitt hjáorð, sum tey, ið nevnd eru frammanfyri. Seinni partur av greinini er um eftirfestini –ni, -na í t.d. allatíðina, allastaðni, og um upprunan til tey. Í fyrra føri er talan um sokallaða eksaptatión, og í seinna føri er talan um, at ein bendingarending verður til eitt eftirfesti.

Lesið meira her