Hví skulu vit lesa Heðin Brú í dag?
Bergur Djurhuus Hansen helt hesa røðuna á Sandi 28. september um Heðin Brú og hansara skaldskap í dag
Felagið Føroyamál hevur sett mær spurningin: Hví skulu vit lesa Heðin Brú í dag? Eg havi valt tvey svar, sum hóska til okkara tíð
- Heðin Brú lærir okkum at geva náttúruni ans og
- Heðin Brú lærir okkum at góðtaka fólk, sum tey eru
Limir í Føroyamáli eru miðnámsskúlalærarar og onnur, sum fáast við lærugreinina føroyskt. Eg skilji á lagnum, at tað ikki er lætt lesa Heðin Brú í skúlunum dag. Eini tvey ættarlið av føroyingum eru annars vaksin upp við Heðini Brú og duga søgurnar hjá honum uttanat. Tey, sum lesa Heðin Brú í skúlunum í dag, kenna ikki umstøðurnar í søgunum aftur (ikki beinanveg í hvussu er) og ikki orðini og orðalagið. Hvussu skulu tey lesa Heðin Brú? Svarið er, at tey bara kunnu lesa Heðin Brú sum ein klassikara. Eg loyvi mær fyrst at siga eitt sindur um tað.
Klassikari
Skulu vit lesa Heðin Brú í dag, má grundgevingin verða, at hann er ein klassikari, sum kann tulkast av nýggjum aftur og aftur, tvs. at skaldskapurin eftir hann røkkur út um sína egnu tíð, enn vekir kenslur í okkum, gevur okkum upplivingar og ger okkum klókari, hóast vit ikki beinanveg kenna alt í søgunum aftur frá okkum sjálvum og okkara egnu tíð. Sum klassikari kann Heðin Brú sum aðrir klassikarar tulkast av nýggjum í hvørjum ættarliði, og fyri okkara tíð er tað áhugavert og viðkomandi, at hann er inkluderandi, eingin verður útihýstur í hansara skaldskapi, og at hann hevur ans fyri náttúruni, sum vit í dag bera ótta fyri og royna at finna okkara pláss í av nýggjum.
Lat meg siga eitt sindur meiri um, hvat ein klassikari er og Heðin Brú í bókmentasøguni.
Tá Heðin Brú skrivaði sínar skald- og stuttsøgur mitt í 20. øld, náddi hann tí hægsta, sum føroyskar bókmentir tá kundu náa. Tað kundi ikki gerast betur. Eitt dømi um, hvat tað ítøkiliga merkir at náa tí hægsta, sum kann náast eitt ávíst tíðarskeið í bókmentasøguni, er, at tá Heðin Brú hevði skrivað Feðgar á ferð (1940) kundi eingin rithøvundur, sum tók seg sjálvan í álvara, skriva eina skaldsøgu um sama evni og við á leið somu persónum. Úrslitið hevði verið ein skuggi undir liðini á Feðgum á ferð. Onkutíð verður sagt, at ein góður rithøvundur troytir møguleikarnar í einum evni til fulnar, tømir tað, so at tað í fleiri ár verður ógjørligt hjá øðrum at skriva um tað sama. Tað er ikki altíð lætt at fáa eyga á, at tað er so, tá ein skaldsøga kemur út. Vit síggja tað bara afturlítandi.
Við tíðini broytist málið og evnini og spurningarnir um tilveruna og samfelagið somuleiðis. Ein líknandi skaldsøga um á leið somu evni kann tí verða skrivað nógv ár seinni. Heðin Brú skrivaði t.d. mest søgur um menn, og onkur kundi tí í dag skrivað “Møðgur á ferð” ella kanska “Møðgur við hús” sum eitt aftursvar. Kvinnurnar í hansara søgum hava eisini ofta navn eftir manninum (Ketils kona og sonarkonur). Men tað er nakað annað. Beint tá - í føroyskum bókmentum mitt í 20. øld - bar ikki til at skriva eina líknandi skaldsøgu. Fiskimannasøgur kundu skrivast aftur og aftur. Fastatøkur (1935) setti ikki eitt punktum, hóast málsliga eitt meistaraverk. Hinvegin legði Fastatøkur støði undir eitt slag av skaldsøguskriving, sum helt fram. Fleiri søgur um fiskimenn komu alla restina av øldini.
Støði og búning
Ein klassikari krevur eina bókmentasøgu, eitt støði, okkurt má vera hent áðrenn klassikaran. Klassikarin krevur eina búning, ein menning í einum máli og einari mentan. Eingin bókmentasøga byrjar við einum klassikara. Í føroyskum bókmentum árini frammanundan var eitt – kanska ikki so rúgvismikið – støði lagt. Í føroyskum skaldskapi (søgum, yrkingum) og í føroyskum málstríði fekk málið á bygd eina serliga støðu. Tað sama hendi í summum av okkara grannalondum. Málið á bygd varð tikið fram sum fyrimyndarligt, tí tað var minni ávirkað av øðrum málum (hjá okkum donskum). Skuldi eitt mál endurreisast, sum hevði verið undir ávirkan frá øðrum máli, mátti tað verða við tí málinum, sum hoyrdist á bygd. Føroyar og Norra líktust eitt sindur í so máta. Í Føroyum skrivaðu fleiri søgur á føroyskum fyrst í 20. øld, har hesar hugsanir og royndir við málinum sóust aftur. Á háskúlanum, har Heðin Brú gekk í ein vetur, vóru hesar hugsanir berandi.
Eitt afturat. Ein klassikari má eisini avdúka eitt tilvit um bókmentir á øðrum málum. Hvat er at meta seg upp ímóti, hvørjir møguleikar eru? Í bókmentunum í okkara grannalondum og aðra staðni skrivaðu rithøvundar fyrst í 20. øld um fólk í vanligum gerandislívi og við serligum máliskum. Tað var eitt sonevnt “fólksligt gjøgnumbrot” (nevnast kann t.d. norski Hans E. Kinck, sum brúkti dialektir í sínum søgum, tað var sum ein rannsókn). Tað fólksliga var lyft fram í skaldskapi um hetta mundið. Ein sló var at ganga eftir. Heðin Brú visti, at hann kundi brúka málið úr síni heimbygd, eisini allar tær serligu máliskurnar, ið ikki hoyrdust vanliga, og hann kundi gera tað til sítt mál í sínum skaldskapi. Og tá – mitt í 20. øld – kendu allir lesarar alt í hansara søgum aftur. Søgan “Høgni hin gamli” úr savninum Fjallaskuggin (1936), fyrstu ferð prentað í Varðanum í 1929, var fyri lesarar tá sum ein gamal maður í bygdini. Feðgar á ferð rakti beint í hjartað, í búkin og undir armarnar og alla møguliga aðra staðni á lesarunum í 1940. Men tað er ikki so í dag. Feðgar á ferð og aðrar útgávur hjá Heðini Brú eru klassikarar, sum siga nakað um, hvørji vit eru, og hvaðani vit koma, og tær siga heilt nógv um møguleikarnar í okkara máli, bæði okkara vanliga máli og við hvørt eisini møguleikunum øllum tí ikki heilt so vanliga í okkara máli.
Mál
Øll mál hava eitt egið tilfeingi, nakrir serligir møguleikar og nakrar avmarkingar. Í skaldskapinum hjá Heðini Brú er eitt ríkidømi av orðum og máliskum. Møguleikarnar í føroyskum í 20. øld koma týðiliga fram og gera okkum sum lesarar ríkari málsliga. “Einki smábátaveður” sigur onkur, sum kanska situr “fram á knøini”. Ein annar er “altarsklæddur” ein vanligan dag. Ein unglingi er so móður, at hann at sovnar “niður á æsingina”, og kanska kemur “ein tjúkn”. Summi “illflenna” , onkur gongur og “hundveður”, ein gongur undir “legsmansbyrði”, onnur ganga “miðjuhvít” millum húsini. Bara við at blaða í 3-4 síðum í Feðgum á ferð koma øll hesi orðini fram. Eitt eyðkenni, sum málfrøðingar hava víst áhuga, í hesum føri Zakaris Svabo Hansen á Føroyamálsdeildini, er orðaraðið. Heðin Brú flytur við hvørt noktanina í eykasetingum. Hann setur ikki so sjáldan “ikki” høgrumegin ella aftan fyri sagnorðið, har tey flestu høvdu sett “ikki” framman fyri sagnorðið. Her eru tvey dømi úr Men lívið lær (1970), sum eg havi frá Zakarisi: “Hann fylgir henni aftur á leið, so hon er ikki í vanda fyri, at aðrir gera henni ónáðir” og “Tá ið fátækt fólk sleppur ikki at giftast”. Tað er skjótt at finna slíkar orðingar, tá tú fyrst hevur varnast tær, eg hugdi í morgun í Tað stóra takið (1972) og sá beinanveg: “Ja, nú er mangt, sum var ikki fyrr”. Tað er hugsandi, at hendan raðfylgjan av orðum var vanlig í Skálavík (gamalt), men okkurt bendir eisini á, at Heðin Brú tók støði í bygdamálanum og spældi sær við tí. Gianfranco Contri umsetti nýliga Feðgar á ferð til italskt. Hann hevði nógvar spurningar til Jógvan í Lon Jacobsen á Føroyamálsdeildini. Ein av hesum avdúkaði eitt stuttligt dømi. Vit siga vanliga “at fella í fátt”, tá onkur missir móti. Í Feðgum á ferð stendur, at Ketil ilskast inn á Klávus og vil “myrla húsini húsini niður yvir” hann, men tá hann sær Klávus sita friðarligan og banka seið, rennir øðin úr honum, og tað stendur, at tá “fell fátturin hjá Ketili”. Vanliga máliskan at “fella í fátt” kemur av fáur, hvørkikyn fátt, men fáttur sum navnorð finst ikki, kanska bara sum ein fólkslig stuttlig orðing. Navnorðið “fáttur” verður brúkt á sama hátt í søguni “Krokið” í Búravninum og í Leikum fagurt í merkingini at missa mótið ella avmaktast. Í orðaseðlasavninum á FMD eru fimm orðaseðlar við navnorðinum “fáttur”, og allir vísa til søgur hjá Heðini Brú og ikki til nakran annan.
Inklusión
Søgurnar eftir Heðin Brú eru inkluderandi. Persónar verða ikki útihýstir, øll eru, sum tey eru. Í teimum bestu av søgunum eftir Heðin Brú ber ikki til at siga, hvør hevur rætt og hvør ikki. Ei heldur ber til at siga, um virðini hjá ávísum persónum standa hægri enn virðini hjá øðrum. Í summum søgum er hann politiskur, og tá kemur ein hugsan um rætt og órætt fram. Kortini er ein hiti í øllum lýsingum í søgunum eftir hann. Heðin Brú var sum kunnugt javnaðarmaður. Ætlanin var, at hann skuldi verða løgmaður í 1950. Tað bleiv av ongum, tí Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin gjørdu samgongu. Sum kunnugt var hann eisini landbúnaðarráðgevi, og hann var mitt í rokinum, tá stríð var um sonevndu Gráubók í 1930’unum. Í 1938 yrkti hann tann kenda Gráatátt um bøndur, sum ikki vildu lata av kongsjørðini til traðir.
Í fleiri av stuttsøgunum tekur Heðin Brú tey fólkini fram, sum ikki duga at liva sum hini. “Einbýli” í Fjallaskugganum er ein av teimum fyrstu. Í 1948 kemur savnið Flókatrøll. Millum søgurnar er “Loðin sól”, sum er um mannin, ið hevur mist familjuna av tuberklum og drekkur til sólin gerst loðin (veruleikin kámast). Honum dámar at stinga við knívi (stinga bæði livandi og deytt, tó ikki fólk). Hann býr í einum fittum, lítlum húsum við músasporum í moldgólvinum. Rútirnir í stovuni eru so grønir, at tað er (sum tað stendur) “várligt at síggja hagan ígjøgnum teir”. Heitið Flókatrøll, sum kundi verði speirekandi, verður í søgunum hjá Heðini Brú hugtakandi, fevnandi og inkluderandi. Tær duldu, vandamiklu kenslurnar í manninum verða skiltar, lesarin skilur tær, og maðurin verður góðtikin. Heðin Brú hevur eisini nógvar søgur um børn, sum eru “egin”. Í fleiri søgum eftir hann er einki ideal uttan tað fólksliga lívið í sjálvum sær. Feðgar á ferð er sum ein fólkslig veitsla frá byrjan til enda. Í katólskum londum høvdu tey karneval áðrenn føstan byrjaði, og enn verða karneval hildin. Vit protestantar hava ikki havt karneval í øldir, hóast dansitíðin í føroyskum dansi enn byggir á gamla katólska siðvenju. Men tá grindadráp var í einari bygd fyrr, var tað sum eitt karneval. Alt varð vent við eina løtu, og øll luttóku. Mangt var loyvt, sum annars ikki var hildið hóskandi. Ein øðrvísi atburður, ein meiri boysin framferð, varð góðtikin umframt mangt annað, sum als ikki hoyrdi til vanliga gerandislívið. Eisini tað kropsliga og alt tað gróðramikla, blóð, sjógvur, regn og blóð, hvølja á hvali, hárvøkstur her og har á fólki og so tann feska grindin í Feðgum á ferð, sum ger, at fleiri fáa ilt í búkin, tí tey eta glúpskt og hava ikki fingið slíkan mat í langa tíð (tað er kroppurin, sum treytar alt annað, ið verður tikin fram).
Tað hoyrir til eitt karneval, at tað kann ikki halda fram, ikki vara, tað er altíð tíðaravmarkað, sum eitt grindadráp. Alt tað vanliga verður suspenderað eina løtu, og so byrjar gerandisdagurin aftur. Í bókmentum í Evropa verður hetta slagið av skriving stundum nevnt karnevalisma, tvs. tað er tá karnevalistisk eyðkenni síggjast aftur í skaldskapi. Feðgar á ferð er eitt dømi her hjá okkum um slíka karnevalismu, og kanska er skaldsøgan eisini ein ávaring, tí høvuðspersónarnar, Ketil og Kálvur, gloyma seg burtur og mugu bøta fyri tað, tá gerandisdagurin byrjar aftur. Teir mugu gjalda fyri hvalin, teir hava keypt á uppboði.
Náttúra
Feðgar á ferð er um tvey ættarlið í eini broytingartíð, plaga vit at siga, men tað er so sanniliga eisini ein søga um, hvussu vit liva í og av náttúruni. Yvirhøvur eru persónar í søgunum hjá Heðini Brú fløktir inn í náttúruna á ein hátt, sum ikki er blivin minni áhugaverdur nú vit støðugt umrøða, hvussu vit skulu fara um okkara umhvørvi. Ikki tí at Heðin Brú vildi aftur til gamla, tað vildi hann ikki, hann tók fult og heilt undir við øllum framstigum. Tað stóra takið er ein søga um, hvussu vandamikið tað er at standa í stað. Men í søgunum eftir hann hugsa fólk um náttúruna, geva náttúruni ans. Í Feðgum á ferð hugsa tey eldru ættarliðini um seg sjálvi sum liðir í einari samanhangandi ketu við øllum øðrum livandi. Menniskjuni er ovast, og síðani koma djór, vøkstur o.s.fr. Á enskum verður hetta nevnt “the great chain of being”. Menniskjuni eru ovast, men hvørvur ein liður í ketuni ella loysnar okkurt, so eru øll í vanda. Tá Ketil og Kálvur eru eftir fugli, ger tað einki, um teir ikki fáa so nógv. Tey yngru hava byrgt seg frá náttúruni, síggja náttúruna bara sum eitt tilfeingi, hugsa ikki um seg og náttúruna í einum størri samanhangi, tey hugsa um at fáa meiri burturúr, og tað fáa tey eisini. Heðin Brú tekur ikki støðu til hesar fatanar, men leggur tær fram fyri okkum lesarar. Í dag hugsa vit kanska aftur um eina ketu, ella eitt stórt samanhangandi net, men har einki livandi er ovast ella niðast, alt er saman. Feðgar á ferð er á tann hátt dømi um ein klassikara. Vit hildu, at var alt sagt, sum kundi sigast um Feðgar á ferð, men har er nógv, sum kann setast í nýggjar samanhangir, ikki minst náttúran og viðurskiftini millum okkum og okkara náttúru. Skaldsøgan kann lesast og tulkast av nýggjum, beint sum klassikarar vanliga kunnu. Tí skulu vit lesa Heðin Brú í dag. Men vit skulu lesa hann sum ein klassikara. Italski rithøvundurin Italo Calvino segði í 1981, at klassikarar ikki verða lidnir við at siga tað, teir hava at siga. Heðin Brú er ikki liðugur við okkum.
Ein gátt
Men vit kunnu ikki lesa Heðin Brú í dag uttan søguligt tilvit. Tey, sum eru tilkomin, vita, at skaldsøgurnar og stuttsøgurnar eftir Heðin Brú, sum í flestu førum vóru samtíðarsøgur, tá tær komu út, í dag lýsa eina farna tíð. Tey, sum eru yngri og kanska lesa Heðin Brú í skúlunum í dag, mugu fáa tað at vita og lesa Heðin Brú í stigum eins og næmingar í skúlunum í Bretlandi heldur ikki “bara” lesa Dickens ella Shakespeare uttan samanhang og uttan stuðlandi, upplýsandi tilfar. Ein gátt er at fara um, og at vita um gáttina er í sjálvum sær virðismikið. Komin um gáttina kann tann, sum lesur Heðin Brú í dag, m.a. læra at geva náttúruni ans og at góðtaka fólk, sum tey eru.
Frá tiltakinum á Sandi um ung og Heðin Brú. F.v. Jógvan Jón Henriksen, ungur lesari, Christina Jensen, lærari á Kambsdali, Julia Fonsdal Højgaard, ungur lesari, og Bergur Djurhuus Hansen, dekanur á Føroyamálsdeildini. Mynd: Óluva Klettskarð
- 17.12.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinFøroyska COVID19-stýringin í stórari altjóða útgávuTað vóru serliga kanningarnar og tilmælini, sum vóru sers...
- 16.12.2024 Setrið NámsvísindadeildinTá málið skuggar fyri rættinum til útbúgvingTilflytarabørn hava menniskjarætt til útbúgving, og spurn...
- 16.12.2024 Setrið NámsvísindadeildinLívið sum læraralesandi í FøroyumLæraralesandi á Setrinum, sum Kringvarp Føroya hevur tosa...