01.12.2011
Altjóða Skrivstovan
Skriva út

Hví útbúgva seg uttanfyri Danmark?

Holger Arnbjerg leiðari á ASk gevur tær 7 góðar orsøkir til at útbúgva seg í øðrum landi enn Danmark


Tú mennir tín málførleika. 
Tað hevur alt størri og størri týdning at kunna samskifta á øðrum málum, tí samfelagið er vorðið alt meira fjøltáttað, og tí lond gerast meira bundin at hvørjum øðrum. Hetta er ikki minst galdandi fyri smá lond.
Tað er tí av stórum týdningi at læra at samskifta á øðrum málum enn sínum móðurmáli. Mál lærir tú best í tí landi, har tað verður tosað.

Tú lærir um ymiskleikan millum mentanir.
Tað, sum tú lærir við at búgva í einum øðrum landi í longri tíð, kallast interkulturel kompetansa. Í stuttum er tað at skilja og virðismeta aðra mentan og ikki máta alt út frá kendum heimligum fortreytum og normum. Hetta hevur sjálvandi týdning, tá tú hittir útlendingar í Føroyum, at tú tá skilir teirra atburð. Líka so stóran týdning hevur tað, tá tú sjálv/ur ferðast í øðrum londum. Kunnleiki til aðrar mentanir kann hava avgerandi týdning eitt nú innanfyri sølu og lýsingar í sambandi við útflutning. 

Tú styrkir tína persónligu menning. 
Tú ert einsamøll/einsamallur í einum fremmandum landi, har bæði mál og mentan er øðrvísi enn tað, tú ert vaksin upp við heima.
Tryggleikin frá familju og vinfólkum er langt burturi. Tú noyðist at byrja av nýggjum sosialt - finna tær nýggjar vinfólk. Tað er eingin ivi um, at ein gerst meiri sjálvstøðug/ur umframt at tað sjálvsagt er mennandi sjálvsálitið, tá tú sært, at tað ber til.

Tú verður ment/ur fakliga. 
Tú hevur nógv at læra í útlondum - ikki einans á serøkjum. Minst líka so týdningarmikið sum servitanin er, at tú fært nýggj sjónarhorn til lesturin.
Tú lærir aðrar hættir at tulka tekstir og nýggjar hættir at loysa trupulleikar uppá. 

Tú fært roynt ævintýrhugin 
Indiana Jones býr í okkum øllum. Ein longsul eftir ævintýrinum, tí ókenda.
Tað kann vera ævintýrið langt inni í Avstralia ella loyndarmálini í Rom.
Ævintýrhugurin er oftast besta eggjanin til at fara burtur. 

Hetta er einasti háttur at fáa útbúgvingina uppá. 
Tú ert noydd/ur at fara burtur fyri at fáa júst ta úbúgvingina, sum tú ynskir tær, og sum tú ikki fært her. Ella tú noyðist at fara uttanlands, tí tú sleppur ikki inn á júst ta útbúgvingina her vegna avmarkaða upptøku. Tak tað sum eina avbjóðing og ein møguleika fyri at uppliva nakað annað. 

Tað tekur seg væl út, tá tú søkir arbeiði. 
Tú vísir einum komandi arbeiðsgevara, at tú dugir at samskifta á øðrum máli enn móðurmálinum, og tú dugir at laga teg eftir viðurskiftunum.

Vansar 
Tað kunnu sjálvandi eisini vera vansar og trupulleikar tengdir at útbúgving í útlondum. Her skal eg einans nevna nakrar, sum tann einstaki sjálv/ur má taka støðu til og royna at taka hædd fyri: Tað kann vera kostnaðarmikið. Tað kann vera torført. Tað kann vera vágið. Tað kann gera, at útbúgvingin kemur í drag.